Spania hevur skrivað fótbóltsøgu og hevur endurvunnið EM heitið, umframt at verða verandi HM vinnari. Spania vann finaluna heili 4-0 og vann greitt. David Silva legði Spania á odda aftaná 14. minuttir og fýra minuttir fyri hálvleik økti Jordi Alba. Í seinna hálvleiki øktu Chelsea leikararnir Fernando Torres og Juan Mata.
22:21: EM finalan í tølum:
Spania - Italia 4-0 (2-0)
1-0 David Silva, 14
2-0 Jordi Alba, 41
3-0 Fernando Torres, 84
4-0 Juan Mata, 88
Mál: 4 - 0
Skot: 14 - 11
Skot á mál: 6 - 4
Horna: 3 - 3
Rangstøður: 3 - 3
Gul kort: 1 - 1
Spælibýti: 57% - 43%
(Kelda: ESPN)
21:54: Spania hevur nú vunnið EM tríggjar ferðir. 1964, 2008 og 2012.
21:52: Michel Platini handar Iker Casillas steypið. Iker Casillas er tann fyrsti leikarin, ið vinnur 100 landsdystir. Hetta var landsdystur nummar 138.
21:43: Málið til 4-0, Juan Mata, kann síggjast HER.
21:40: Málið hjá Fernando Torres til 3-0 kann síggjast HER
21:38: Dómarin bríkslar fyri seinastu ferð og Spania er EM vinnari 2012!
21:35: Juan Mata var á vøllinum í ein minutt og 14 sekund áðrenn hann skoraði. Tað er tað skjótasta málið ein innskiftari hevur skotið í EM 2012.
21:33: 88.min MÁÁÁÁÁÁLLLL!! 4-0. Fernando Torres spælir liðfelagin, Juan Mata, leysan í brotsteiginum og hann sparkar bóltin í eitt tómt mál.
21:31: 87.min Fernando Torres er tann fyrsti leikarin, ið hevur skotið mál í tveimum EM finalum.
21:29: 86.min Juan Mata kemur inn til sínar fyrstu minuttir í EM endaspælinum. Hann kemur inn fyri Andres Iniesta.
21:28: 84.min MÁÁÁÁÁLLLL!!! 3-0 til Spania. Innskifti Fernando Torres verður spældur leysur og skorar. Enn eitt gott mál.
21:21: 79.min Italia hevur at síggja til ongan møguleika at koma aftur í aftur. Spania hevur bóltin nógv og tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn teir økja.
21:17: 75.min Sponsk útskifting. Út ferð Cesc Fabregas og inn kemur Fernando Torres.
21:13: 70.min Dysturin er tykist avgjørdur. Italia megnar lítið og einki við tíggju monnum, meðan Spania tykist at hava tikið fótin av speedarinum.
21:12: 69.min Xavi hevur lagt upp til tvey mál í EM endaspølum. Bæði í finaludystum. Hann legði upp til málið hjá fernando Torres, tá hann skoraði einsamalla málið í EM finaluni í 2008, umfart at hann legði upp til málið hjá Jordi Alba í dag. (Opta)
21:05: 60.min Thiago Motta hevur verið á vøllinum í tríggjar minuttir og má longu av vøllinum aftur. Hann tekur seg til baklærið. Italia hevur brúkt allar útskiftingarnar, so nú eru teir 10 móti 11.
21:02: 58.min Spania skiftir David Silva út og in kemur Pedro.
21:00: 56.min Italia ger sína triðju og seinastu útskifting. Út ferð Riccardo Montolivo og inn kemur Thago Motta.
20:55: Antonio Cassano er útskiftur í teimum seinastu 15 landsdystinum hann er byrjaður inni.
20:54: Iker Casillas stórbjargar góðari roynd frá Antonio Di Natale.
20:51: 48.min, Italia hevur gjørt eina útskifting. Út er farin Antonio Cassano og í hansara stað er komin Antonio Di Natale. Spania vil hava brotsspark, tí bólturin fór í hondina á einum italskum leikara. Dómarin sigur nei.
20:36:
Dysturin í tølum higartil(www.espn.com):
Spania - Italia
Mál: 2 - 0
Skot: 8 - 8
Skot á mál: 3 - 3
Horna: 1 - 3
Rangstøður: 1 - 0
Gul kort: 1 - 1
Spælibýti: 53% - 47%
20:34: Málið til 2-0 hjá Jordi Alba kann síggjast HER.
20:31: Hálvleikur! Spania á odda 2-0 og er ávegis at skriva fótbóltssøgu sum tað fyrsta landsliðið nakrantíð, sum fer at vinna EM, HM og so aftur eitt EM. Spania er betri og spælir væl, meðan Italia tó hevur havt nakrar royndir á mál. Bæði málini hjá Spania hava verið væl spæld.
20:29: 44.min. Andres Iniesta verður feldur, gult kort til Andrea Barzagli, Italia.
20:26: 41.min MÁÁÁÁLLLL!! 2-0 til Spania. Xavi spældi Jordi Alba leysan. Hann rann frá verjuni og skoraði trygt. Eins og tað fyrra, eitt gott mál.
20:23: Málið hjá David Silva kann síggjast HER
20:18: 33.min Antonio Cassano við góðari skotroynd, Iker Casillas bjargar.
20:16: Málið hjá David Silva kom aftaná 14 minuttir. Tað er tað skjótast málið, ið er skotið í eini EM finalu síðani 1980. (Opta)
20:11: 26.min, Italia svarar aftur og hevur hótta upp til tvær ferðir, men higartil er bólturin ikki farin í málið. Gerard Pique, Spania, hevur fingið gult fyri at takla Antonio Cassano.
20:10: 25.min Spania hevur vunnið teir seinastu 70 dystirnar, har teir eru komnir á odda. (Opta)
20:06: Italska verjukempan, Giorgio Chiellini, er skaddur og verður útskiftur. Inn kemur Federico Balzaretti kemur inn í hansara stað.
20:04: 19.min 1-0: David Silva er nú tann leikarin, ið hevur verið íblandaður flest mál í EM endaspælinum. Hann hevur skorað tvey mál og lagt upp til trý.
20:00: 13.min MÁÁÁLLLL! Spania - Italia 1-0, David Silva. Uppspæl í høgru endar við at Cesc Fabregas av baklinjuni leggur bóltin út frá til David Silva, sum stútar bóltin í kassan.
19:55: 10.min 0-0: Spania hevur fingið eina góða byrjan og spælir væl, meðan Mario Balotelli hóttin í hinum endanum. Xavi hevur havt eina góða góða roynd á mál.
19:53: 8.min Helgi L. Peteren, NSÍ, tippar eisini Spania at vinna eina tætta finalu:
Úrslit: Spania vinnur EM dysturin endar 1-0
Tað verður ein jøvn finala, har mesta av spælinum verður á hálvuni hjá Italia. Tað verður avgerandi, um Pirlo megnar at halda høga støðið ímóti væl spælandi miðvallarunum hjá Spania. Eisini verður avgerandi, hvønn leiklut Super-Mario hevur givið sær sjálvum. Hann fær helst ein høvuðsleiklut, men um leikluturin verður góður ella ringur, tað er trupult at spáa um.
Fabregas fær einsamalla málið seint í dystinum. Møguliga endar vanligi dysturin enntá 0-0 og hetta málið ikki kemur fyrrenn í eykatíðini.
19:50: 5.min Fyri fyrstu ferð síðani HM finaluna í 1934 millum Italia og Tjekkoslovakia, eru báðir málmenninir liðskiparar í eini HM ella EM finalu. (Infodtrada)
19:46: Jákup á Borg, B36, væntar ikki nógv mál í kvøld. Hann tippaði í Sosialinum:
Spania Italia 0-0 (Spania vinnur upp á brotsspark)
Finalan endar 0-0. Hettar tí at serliga Spania hevur eina sera góða verju, og gott passningsspæl men hava ikki ordiliga skapt nóg nógv har frammi. Tí rokni eg ikki við at teir fara at skora. Einasta sum kann broyta hettar er, um teir brúka Fernando Torres álopinum.
Spania vinnur tó brotsspark-kappingina
19:45: So er 14. EM finalan byrjað.
19:44: Spania hevur verið í trimum HM og EM finalum og vunnið tríggjar av teimum. (Opta)
19:42: Hjalgrím Elttør, liðskiparin hjá KÍ, heldur við Italia og hann tippar somuleiðis at Italia vinnur:
Spania - Italia 0-1
Ein undirhaldandi finala, har Spania er leikliga omaná, meðan Italia hevur tolnið og bíðar til møguleikin uppstendur.
Eg tippi Italia at vinna EM, teir hava víst øðiliga góðan hugburð og spæla eisini góðan fótbólt.
Andrea Pirlo er besti leikarin í kappingini, og við avgerandi avleveringini finnur hann Claudio Marchisio í avgerð finaluna.
Málskjúttar: Claudio Marchisio
19:41: Leikararnir eru nú komnir á vøllin og fyrst verður tað italski tjóðsangurin og síðani tann spanski.
19:40: Gunnar Nielsen tippar soleiðis í Sosialinum upp til finaluna:
Spania Italia 2-1
Eg vænti at Spania vinnir dystin 2-1 eftir ein sera javnan dyst. Spania ferð at hava bóltin nógv, men Italia fara at standa væl á vøllinum og dúgva nógv uppá kontra vid vælspælandi Andrea Pirlo og Mario Balotelli á odda. Spania er stadigvekk tad besta liðið í Europa. Teir hava royndirnar Í skulu til við at teir hava vunnið alt, sum er at vinna, og teir hava ein sera breidan hóp, sum í síðsta enda kann gerða munin. Eitt lið, sum kann stilla vid Andres Iniesta, Xavi, Xabi Alonso, David Silva og Cesc Fabregas verða altíð ringir at steðga. Tí vinnir Spania.
Málskjúttar: Cesc Fabregas, Xabi Alonso og Mario Balotelli.
19:38: Nú verður almenni EM 2012 sangurin framførdur. Tit kunnu hoyra hann HER
19:36: Í løtuni eru leikararnir farin av vøllinum, meðan eitt flott endashow hevur verið at sæð á vøllinum.
19:25: Liðini eru sett til finaluna:
Spania: 4-3-3
Casillas - Arbeloa, Pique, Sergio Ramos, Jordi Alba - Xavi, Busquets, Alonso - Silva, Fabregas, Iniesta.
Á bonkinum: Valdes, Albiol, Javi Martinez, Juanfran, Pedro, Torres, Negredo, Mata, Llorente, Santi Cazorla, Jesus Navas, Reina.
Italia: 4-4-2
Buffon - Abate, Barzagli, Bonucci, Chiellini - Pirlo, Marchisio, Montolivo, De Rossi - Balotelli, Cassano.
Á bonkinum: Sirigu, Maggio, Ogbonna, Thiago Motta, Balzaretti, Di Natale, Giaccherini, Borini, Giovinco, Diamanti, Nocerino, De Sanctis.
Dómari: Pedro Proenca (Portugal)