Spakur countrykongur

Karmarnir gjørdu sítt til at Bobby Bare, sum annars í áratíggju hevur prógvað sítt virði, nokk ikki hevði ta mest minniligu konsertina á Summarfestivalinum higartil

Sjúrður Skaale lat ongan iva verða um, hvør fíggindin var. “Lat hetta vera løtan, táið tónleikurin vinnur á veðrinum” rópti hann, táið hann presenteraði Bobby Bare. Regnið oysti niður, men Bobby sá ikki út til at lata seg nerva. Hann vitsti hvat hann skuldi, og hann koyrdi í nøkunlunda sama spori sum hann hevur gjørt í mong ár. Hann gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, og segði lítið ímillum sangirnar.
Hóast Bobby Bare er rættiliga kendur country-sangari, so er hann ikki millum teir allarbest kendu í Føroyum. Ein partur av áhoyrarunum kendu væl allar sangirnar hjá honum, men fólk flest kendu einans fáar. Nøkur sungu við til væl kendu “The Green Green Grass of Home” og “Me and Bobby McGee”, men sum heild var konsertin rættiliga tom.
Bobby er 76 ára gamal og hevði sum vera man ikki hug at gartera líka nógv sum í teimum ungu døgunum. Heldur fylgdi hann síni egnu avslappaðu rutinu, og sangirnir komu mest sum av einum samlibandi, har hvørki hann ella bólkurin høvdu hug at gera tær stóru skreytirnar. Ei heldur tyktust teir at hugsa um, um ein sangur mundi vera kendur ella ikki ímillum áhoyrararnar. Tað var væl spælt og professionelt, men sera avslappað - lítið annarleiðis enn um tú hevði havt eitt útvarpstól frá.
Serliga styrkin hjá Bobby Bare er søgurnar, sum hann sigur frá; lívsroyndirnar og veruleikin, sum liggur aftanfyri. Í fleiri sangum skifti hann frá at syngja til at tosa afturvið tónleikinum. Í einum fjálgum høli við einum intimum dámi hevði hetta veruliga komið til sín rætt. Í dagsljósi og grimdarregni var tað ikki líka lætt at njóta av hesum; uttan so at tú kendi væl til sangirnar frammanundan.
Um nakað, so tyktiskt veðrið at vera við yvirlutan í áðurnevnda bardaganum. Bobby Bare hevði tó eitt mótvápn til reiðar. Linliga konsertin lívgaðist og fekk nýtt lív, táið hann bjóðaði føroysku Kristinu Bærentsen á pallin. Bobby segði seg sakna Jim Reeves og Skeeter Davis - serliga saman við Skeeter hevði hann sungið nógvar duettir. Til alla lukku kundi Kristina tó syngja saman við honum í staðin, segði hann. Kristina tyktist ovurfegin um at vera á palli saman við gomlu legenduni, og Bobby sjálvur tyktiskt eisini at kvikna við av hesum. Saman sungu tey kendu sangirnar “Dear John” og “Let It Be Me”, og hetta var avgjørt besti parturin av konsertini. Áhoyrarafjøldin vaknaði saman við framførsluni, og saman við eyðsýnda eldhuganum hjá Kristinu.
Kristina varð verðandi á pallinum sum kórsangari restina av konsertini, sum nú koyrdi nakað betri enn hon hevði gjørt áðrenn. Øll sungu við á “Detroit City”, sum Bobby Bare eisini sjálvur hevur gjørt kendan. Sjálvt um seinna helvtin av konsertini var nakað betri enn fyrra, so dragnaði hon tó aftur ímóti endanum. Áhoyrararnir í oysandi regninum hildu nokk, at konsertin hevði varað passaliga leingi, táið hann fór av palli. Obligatoriska eykalagið mátti tó spælast, og hann valdi at spæla eitt friðarligt lag, sum fá kendu. Enntá trummurnar tagdu, og tað var væl tynri við fólki á Vágsbøi, táið hann endiliga var liðugur. Karmarnir gjørdu sítt til at hesin yrkistónleikarin, sum annars í áratíggju hevur prógvað sítt virði, nokk ikki hevði ta mest minniligu konsertina á Summarfestivalinum higartil.