Spælararnir fáa 200 túsund fyri at vinna á Kekkia

Men Torleif Sigurðsson hevur einki ímóti at fara djúpt í lumman eftir pengum til hetta endamálið

Tá landsliðsspælararnir eru saman, fáa teir dagpengar frá Fótbóltssambandinum. Ein avtala varð gjørd millum FSF og umboð fyri spælararnar, áðrenn farið varð undir hesa HM undankappingina, og sambært hana fáa spælararnir 750 krónur í part fyri hvørt samdøgur, teir eru saman. Tað vil siga, at hvør spælari í hesum umfarinum fær 2250 krónur.

Men tað kann væl vera, at formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, noyðist at fara longri niður í lumman og taka meiri burturúr, enn tær 40.500 krónurnar, sum samlaða dagpeningaupphæddin verður.

Í avtaluni verður sagt, at um landsliðið fær javnleik ímóti Kekkia á heimavølli, so eiga spælararnir fimm túsund krónur í part fyri tað, og um tað skuldi hent, at landsliðið vinnur í morgin, so eiga spælararnir tíggju túsund krónur í part.

Hvat Allan Simonsen fær fyri eitt gott avrik er okkum ókent, men vit vita, at lønin hjá honum partvís er tengd at úrslitunum. Tað vil siga, at tað er neyvan langt við síðuna av, tá vit siga, at um landsliðið vinnur í morgin, so skal FSF flyta tvey hundrað túsund krónur til spælarar og venjara.


Væl givnir

Torleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandinum, váttar, at soleiðis liggur landið. Hann sigur, at soleiðis sum fíggjarligu umstøðurnar eru, so er talan um nógvar pengar, ið kunnu fara úr FSF kassanum, men uppá hina síðuna, so heldur hann, at um tað skuldi komið fyri, at tað var neyðugt at gjalda til hetta endamálið, so verður talan um pengar, sum eru farnir væl:

? Vit vóna øll, at landsliðið verður betri og betri, og at tað sæst aftur á úrslitunum. Tá vit í síni tíð gjørdu hasa avtaluna, vóru vit sjálvandi greiðir yvir og vónaðu, at tað var møguleiki fyri, at tað fór at verða neyðugt at gjalda upphæddina til spælararnar. Vit hava sæð fyrr, at landsliðið hevur víst framúr úrslit.

? Men í Fótbóltssambandinum fara vit at rinda hasa upphæddina við gleði, tá tað kemur uppá tal. Tí vit rokna við, at tað fer at koma okkum øllum til góða, um landsliðið fer at fáa góð úrslit ímóti teimum stóru. Áhugin fyri landsliðnum í útheiminum hevði verið størri, enn hann er, og tað hevði aftur havt við sær, at møguleikin fyri fleiri inntøkum hevði verið størri, bæði tá tað snýr seg um stuðulspengar, inntøkur fyri sjónvarpsrættindi, klædnaavtalur og eisini áskoðarainntøkur.


Kostnaðarmikið

FSF bossurin vísir í hesum sambandi á, at tað er sera kostnaðarkikið at fáast við landsliðsfótbólt:

? Vit vóru í Kekkia fyri trimum vikum síðani. Tann ferðin kostaði okkum umleið eina hálva millión. Ferðingin aftur og fram lá umleið tvey hundrað túsund, og umframt uppihaldið skulu dagpengar, klædnaútreiðslur og aðrar útreiðslur leggjast afturat. Tær vóru í alt eina staðni ímillum tvey og trý hundrað túsund krónur.

? Í oktobur skal landsliðið aftur á ferð, og tað verður neyvan minni kostnaðarmikið at fara til Spania. Harafturat skulu U-18-kvinnurnar, U-18 menninir og U-16 dreingirnir av landinum at taka lut í EM undankappingum, so tað rennur nógv út henda næsta mánan.