Spæla »Keisarans nýggju klæði« um vikuskifti

Barnaleikurin, sum Tjóðpallur Føroya setti upp á ólavsøku, var so væl umtóktur at hann

verður tikin uppaftur nú í vikuskiftinum.

 

Fýra sýningar av “‘Keisarans nýggju klæðir” vóru ólavsøkudagarnar, og tær vóru allar

fullsettar. Men tey sum ikki fingu møguleikan á ólavsøku, sleppa at síggja leikin nú

leygardagin og sunnudagin kl. 16.00.

 

Leikurin er gjørdur eftir tí kenda ævintýrinum hjá H. C. Andersen, um keisaran sum er so

forfongiligur at hann púra gloymir at stýra landinum, og bert hugsar um sína egnu útsjónd –

og at enda verður lumpaður at keypa sær klæðir sum eru ‘ósjónlig.’

 

Hóast evnið er bæði aktuelt og álvarsamt, so verður dentur lagdur á tað stuttliga og rokuta.

 

Og bæði børn og vaksin hugnaðu sær eisini óført til leikin. Inger Smærup Sørensen skrivar

m.a. soleiðis á listinblog:

 

‘Uppsetingin er bygd á (...) virðing fyri børnum. (...) á ein serstakan ans fyri at raka beint á

ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka

og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd.

 

Tað eru Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe sum hava gjørt ævintýrið til leik og spæla allar

leiklutirnar.

 

“Keisarans nýggju klæðir” verður sýndur leygardagin og sunnudagin á Tjóðpalli Føroya,

báðar dagar klokkan 16.00. Leikurin varir umleið trý korter, og atgongumerki fáast á info(at)tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.