Spældu ikki nóg væl

Todi Jónsson ásannaði, at Lazio var ein ov stórur biti hjá FCK at svølgja, men hinvegin helt hann heldur ikki, at avrikið hjá FCK í dystinum var nóg gott

 

Europa-Cup


Tá vit mikumorgunin fingu fatur á einum ferðamóðum Toda Jónsson, kundi føroyska álopsessið hjá FCK ikki mótmæla stórvegis um, at tað ikki eydnaðist FCK at vinna seg víðari í europeisku kappingini fyri meistarar.

- Vit kláraðu at halda teimum í fyrra hálvleiki, men teir hildu á fram at trýsta, og so fingu teir hol á beinan vegin í seinna hálvleiki. Høvdu vit megnað at hildið teimum eitt sindur longri, kundi tað kanska verið øðrvísi, men tað er so einki at gera við.

- Eg haldi tó heldur ikki, at vit spældu nóg væl, til at vit kundu komið víðari. Sum dysturin leið, so var tað kanska bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir fóru at skora. Ein partur av upplegginum til dystin var at spæla langar bóltar niðan til Zuma og mín, og at vit so skuldu royna at halda bóltinum, til liðið kom upp. Hetta eydnaðist tó sera sjáldan, tí talan var aloftast um neyðspørk niðan eftir vøllinum, sum vit ikki fingu gjørt stórvegis við.

Todi vil tó á ongan hátt leggja liðfelagarnir undir at hava spælt illa, men leggur áherðslu á, at trýstið frá Lazio gjørdi tað trupult at spæla.

Um upplivingina at spæla á einum slíkum leikvølli, sum tað Olympiska stadionið í Rom er, sigur Todi, at tað var ein sera stór uppliving.

- Tað er sjálvandi ótrúliga stuttligt at spæla við so nógvum áskoðarum, tá nógvir áskoðarar eru, men eg haldi tó kortini, at tað er betri í einari fullsettari Park, tí áskoðararnir sita so langt burturi, tá rennibreyt eisini er kring vøllin.


Skuldi skotið

Hóast teir vóru undir stórum trýsti, so hevði FCK kortini onkran møguleika. Serliga ta einu ferðina kundi Todi roynt seg móti málinum, men valdi tó kortini at senda til Zuma.

- Har skuldi eg havt skotið, men Zuma rópti eftir bóltinum, og tí valdi eg at avlevera.

Spurdur, um støðan kanska hevði verið øðrvísi, um hann fekk møguleikan fyri fýra mánaðum síðani, sigur Todi, at tað hevði hon kanska verið.

- Eg havi jú ikki spælt í hálvan triðja mánað, og í fullari venjing hevði avgerðin hjá mær í tí løtuni kanska verið øðrvísi. Tað er tó eingin umbering fyri, at eg ikki skeyt, tí tað átti eg at gjørt, sigur Todi Jónsson at enda.