Spældu bingo í bussi við bananum og góðum hýri

G! Street Team fagnaði føroysku bingo-mentanini við at skipa fyri bingo í koyrandi bussi

Gekkurin, V4, dunnuspæl og basarur. Hetta eru nøkur av teimum eydnuspølunum, sum flest allir føroyingar kenna til. Tað er ein sannroynd, at føroyingar hava ein serligan tokka til tað at spæla bingospøl, og hetta liggur onkursvegna í okkara mentan. 

Hetta vildi ungdómstoymið, G! Street Team, fagna við at skipa fyri ókeypis bingo í gjár og í dag. Karmurin um bingospælið var heldur serstakur, tí tað nevniliga spælt í einum bussi, sum koyrdi runt. Inni í bussinum var eitt summarsligt junglu-tema við plantum og bananum og ymsum pynti.

##med2##

- Tað er nokkso feitt og festivalsligt, at mann kann fara inn í ein buss og spæla bingo. Tað var stuttligt, og fólk vóru ordiliga glað. Stemningurin var dámdur av plantum, bossanova tónleiki, vælverutónleiki og góðum hýri, sigur Saga Kapna, sum skipaði fyri tiltakinum.

Tað gekk soleiðis fyri seg, at fyrst varð spælt um eina rekkju, so tvær rekkjur og til síðst fulla plátu. Vinningarnir fevndu um alt frá bananum til øl til burgaragávukort. 

- Vit koma allarhelst aftur við hesum næsta ár, sigur Saga Kapna. 

##med3##

##med4##

Ein av teimum, sum var við í bussinum og spældi bingo, var Andreas Nielsen. Hann luttók báðar dagarnar.

- Eg og ein vinmaður fóru fyri stuttleika fyrstu ferð. Tað var nakað so stuttligt, at vit máttu fara aftur í dag. Tað var hugnaligt, og mær dámdi væl, at tey høvdu eitt sovorðið banan-tema, sigur Andreas Nielsen.