Um vikuskiftið verður 21. umfari í Betri deildini hjá monnum. Orsaka av Nations League landsdystinum móti Malta og Kosovo, sum verða tíðliga í komandi mánaði, so verður umfarið framskundað til fríggjakvøldið og leygardagin.
Longu fríggjakvøldið verður dystur í Klaksvík, har KÍ tekur móti Víkingi. Her er talan um spennandi dyst, tí bæði KÍ og Víkingur skulu helst hava ein sigur. KÍ í FM-stríðnum, og Víkingur í stríðnum um Europa League plássini. Dysturin verður klokkan 18. FM1 verður á staðnum og sendir beinleiðis við upptakt.
Leygardagin verða fýra dystir. Oddaliðið HB er í Gundadali og spælir móti grannunum av Argjum, meðan steypavinnararnir úr B36 eru í Runavík, har NSÍ tekur ímóti. Á Skála er 07 Vestur á vitjan, meðan Suðringarnir fáa vitjan av EB/Streymi.
FM1 sigur frá dystinum millum steypavinnararnar seinastu tvey árini, NSÍ og B36, og frá grannauppgerðini í Gundadali millum HB og AB. Somuleiðis verður fylgt við gongdini í hinum dystunum.
Fríggjadagin 7. septembur verður Nations League landsdystur á Tórsvølli, har Malta kemur á vitjan. Tá verður eisin gjørt nógv burturúr á FM1.