Havnar Badmintonfelag hevur kapping um vikuskiftið, og stongsulin av hølllini sum frítíðarskúla hevur skapt ótta fyri, at hetta eisini kundi avlýsa kappingina.
Harald Bjørgvin, sum er deildarleiðari á húsaumsitingini hjá býráðnum í Havn, sigur, at tey avgjørt taka trupulleikan í størsta álvara.
- Talan er jú um eina 26 ára gamla høll, sum kommunan hevur yvirtikið, og tá vilja støður av hesum slag altíð taka seg upp.
- Í hesum førinum hava vit upplivað, at nú menn hava arbeitt við at skifta takið, er nógv dust komið undan loftinum. Í fyrstu atløgu hava vit dustsogið alt loftið, men tá trupulleikin er komin aftur, bendir alt á, at hetta stendst av tí, sum kemur undan sjálvum loftinum.
- Tí hava vit valt at finna eina aðra loysn fyri sjálvan frítíðarskúlan, meðan vit kanna, júst hvat tað er, sum kemur undan loftinum. Og tá úrslitið av tiknu royndunum fyriliggur, hava vit eitt betri grundarlag til okkara støðutakan, sigur Harald Bjørgvin.
Hann sigur tó samstundis, at hetta ikki merkir, at tey steingja høllina fullkomuliga.
- Vit hava tosað við Badmintonfelagið um trupulleikan, og sjálvandi eru tey eisini vitandi um, at trupulleikar kunnu stinga seg upp, tá slík umvæling fer fram. Í aktuella førinum skulu tey hava kapping í morgin, og vit hava ikki vilja forðað hesari. Tað er einki, sum bendir á, at talan er um nakran heilsuvanda í høllini, og tey, sum spæla badminton eru munandi færri tímar í høllini enn tey, sum starvast og ganga í frítíðarskúlanum, sigur Harald Bjørgvin










