Norski Ronny Flenmoren hevur ligið í koma í fimm ár, men nú hevur familjan fyri fyrstu ferð fingið samband við hann við hjálp frá sovitablettum. Sambært Ekstrabladet.dk sóu foreldrini hjá Ronny eitt bretskt dokumentarprogramm um, at sovitablettin, Zolpidem, kundu fáa fólk at vakna úr koma. Og tey avgjørdu at royna tað við soninum.
Fimtan minuttir eftir at sovimedisinið er sproyta inn í Ronny, vaknaði hann.
Hann hyggur, flennir og flytir fingrar og armar. Men virkningurin varðar bara í hálvanannan tíma í senn.
So sovnar hann aftur.
Foreldrini siga, at hann ger framstig, hvørja ferð hann er vakin
Sí annars videoklip á ekstrabladet.dk