Týsmorgun er og eg støkki inn á gólvið mitt á Christianshavn í danska høvuðsstaðnum hjá ungu Havnakvinnuni Beintu Poulsen. Hon tekur gott ímóti mær og vit seta okkum niður at tosa um jólini og hvat hon tekst við um dagin og upp til jólini.
Beinta er klædna-sniðgevi og hevur sítt egna merki sum eitur SoulMade.
Beinta gjørdi sína fyrstu kollektión longu byrjanina av 2005.
SoulMade er designklæðir til hennara, sum vil klæða seg stílfult, rátt og feminimt. Klæðini eru elegant og einkul, tó við serligum staklutum.
Beinta sigur, at hon ger tvær kollektiónir um árið. Eina um várið og eina um heystið, og hesa tíðina av árinum hevur hon nógv at gera. Heystið fær nógvan íblástur av bundnavørum, tógvi og gomlum føroyskum bindi-mynstrum. Um várið er tað meira blandað og kanska serliga silki. Í Holland eru tey sera áhugaði í bundnavørum og í Írlandi og Onglandi er silki tað heilt stóra.
Beinta er sera dugnalig og tað sær man av hennara sniðgeving, sum hanga á stativum allastaðni á hennara verkstað, sum eisini er hennara sýnisgluggi. Beinta hevur klárað seg væl og hevur umboðsfólk í Írlandi, Hollandi, Svøríki og Týsklandi umframt Danmark og móðurlandinum Føroyum. Beinta arbeiðir ímóti at gera 4 kollektiónir um árið umframt eina jóla-kollektión.
Heystmótin
Hvat er klædnamótin til heystar, spyrji eg Beintu Poulsen?
- Litirnir svart, grátt og lilla eri heilt nógv inn. Eisini skotskt puntut og turrikløð sum pynt við alskyns litum til eitt svart dress, sigur Beinta.
- Langar bundnar troyggjur og leggings er eitt hitt. Leður er eisini nógv brúkt og eitt sum at hava leðurstyvlar upp um knæ og eina síða bundnatroyggju til, greiðir Beinta frá.
Stás til jólafrokostin
Hvat er lekkurt at fara í til ein jólafrokost, spyrji eg Beintu?
- Ein víður svartur kjóli og leggings piftað upp við penum hári, snøggum prýði og lekrum stilettum, haldi eg persónliga er so flott! Eisini tí, at so fær man tvey pløgg fyri pengarnar. Tí kjólin og leggings kann eg brúka til gerandis aftaná jólini. So er tað ikki ein flottur kjóli sum bara blívir hongdur inn í skápið aftur og gloymdur. Men eitt plagg eg kann brúka aftur og aftur, fortelur ein væluppløgd Beinta Poulsen, ið kennir seg sera hepnan og privilegeraðan at hava sniðgeving sum starv.
Leyst og fast
Nær byrjar tú at pynta til jóla í heiminum, spyrji eg Beintu?
- Eg byrji fyrst í desember, tí annars troyttist eg bara, sigur Beinta.
Hvar halda tit á SoulMade jólafrokost?- SoulMade heldur saman við starvsfólkunum á klædnafyritøkuni By Petrine L fyrsta vikuskiftinum í desember, sigur Beinta.
Gera tit nógv burtur úr?
- Ja vit fara í okkara fínasta stás og vit spara ikki hendan dagin. Allar fara vit á trendy japansk-fronsku matstovuna Umami at eta og síðani víðari út í náttina í Keypmannahavn, fortelur Beinta spent.
Hvat gevur tú starvsfólkunum hjá tær í jólagávu, spyrji eg Beintu?
- Seinasta ár fingu tey onkur lekkir kremir í tí dýrara endanum, grínir Beinta.
Gevur tú nakrantíð klæðir sum tú sniðgevir til gávus?
- Ja til míni nærmastu av og á.
Hvat heldur tú um býin sum er pyntaður til jóla?
- Eg havi búð niðri fleiri ár, og her í Keypmannahavn er altíð snøgt pyntað og ein avslappandi túrur inn í Tivoli er sum balsam fyri sálina, tí eg arbeiði nógv og havi ikki altíð stundir at vera so jólaslig heima, fortelur Beinta Poulsen frá.
Hvar heldur tú jól í ár?
- Heima hjá mammu og teimum. Tað gleði eg meg nógv til. Gott er úti men best er heima. Mamma mín er so røsk, hon bakar og har er altíð heimligt at koma. Harafturat eri eg mostur til heili seks børn, so eg gleði meg sum eitt barn at koma heim at halda jól í ár. Og eg komi longu heim 16. desember, endar Beinta Poulsen við einum smíli.
Fleiri enn 30 handlar í fleiri londum selja klæðini hjá SoulMade. Í Føroyum fáast tey hjá Lóu í Vágsbotni í Havn. Í Danmark millum annað hjá Arai, Neerup og Ekeko í Keypmannhavn og hjá Kirsten Holst og Ane Bane í Odense og Butik Sylvia í Esbjerg. Á alnótini finnur tú klæðini hjá Beintu Poulsen á www.agusta.dk. Heimasíðan hjá SoulMade eitur www.soulmade.nu