Eyðun Mørkøre og Bárður Larsen standa hvør sínu megin eina gjógv, nú skattamálið er farið til ákæruvaldið til kanningar. Ein ósemja hjá hesum báðum er, at meðan Bárður Larsen heldur, at skattamálið hjá Eik liggur so nær við lógarbrot, at man eigur at melda til løgregluna, so heldur Eyðun Mørkøre ikki, at lógarbrot er framt.
Ein onnur ósemja er, at Bárður Larsen saman við øllum hinum persónunum í skattamálinum halda, at Taks játtaði goodwill frádrátt á sumri 2015. Eyðun Mørkøre sigur hinvegin, at man ongantíð hevur sagt gott fyri goodwill frádráttinum. Um so er, at Eyðun Mørkøre hevur rætt í hesari tulking av støðuni, so hava Bárður Larsen, Jørn Astrup Hansen, Torben Nielsen, nevndin í Eik, TF Holding, Spekt og Fíggjarligt Støðufesti misskilt støðuna.
Les víðari í Vikuskiftis Sosialinum í dag, sum er í handlunum nú.