Sosialurin: Grundarlagið ov tunt at steðga 5G

Føroya Tele letur seg ikki ávirka av mótstøðuni móti 5G

- Vit høvdu aldrin sett nakað upp, ið viðurkendir stovnar sum WHO, Kræftens Bekæmpelse ella líknandi høvdu prógvað sum heilsuskaðiligt ella vandamikið.


Tað sigur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, í kjalarvørrinum av, at yvir 1.100 fólk hava skrivað undir eitt mótmælisskriv, har kravt verður at menningin av 5G í føroyska samfelagnum verður steðgað.


Sambært stjóranum mangla tey, ið ynskja at steðga 5G í Føroyum, at leggja verulig prógv á borðið.


- Okkara ætlan er ikki at steðga tøkniligu menningini í Føroyum, men heldur tryggja, at føroyingar framhaldandi kunnu vera í fremstu røð á talgilda økinum. Vit mugu fáa verulig prógv á borðið, har staðfest verður, at okkurt er áfatt, áðrenn vit gera nakrar broytingar. Sum nú er, er grundarlagið ov tunt, og byggir í flestu førum á smalar og ikki viðurkendar kanningar, sigur stjórin.


Til ber at lesa meira um í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið hesaferð er um 5G í Føroyum. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið. Eisini ber til at keypa og lesa blaðið talgilt her.