Lesarar hjá Sosialinum á alnetinum kunnu fylgja við gongdini á fólkatingsvalinum í dag. Sosialurin hevur umboð í Ítróttarhøllini á Hálsi, har veljararnir verða spurdir, hvønn flokk tey hava valt. Hetta er ein sokallað Exit Poll kanning. Tá Ítróttarhøllin á Hálsi er tað valhølið, har flest fólk velja, so kann hetta lættiliga bæði gerast avgerandi og áhugavert. Fylgið við á sosialurin.fo og lesið meira í Sosialinum hósdagin.