Sosialistisk Ung vilja lestrarbústaðir

At fara upp um morgunin og brúsa sær. At eta matpakkan, sum mamma hevur gjørt. At koma heim úr skúla, ganga forbí klæðini á snóratræðnum, ignorera støvlakan, sum hevur lagt seg á flatskermin, og blaka seg í sofuna. Gott at hava nógvar kanalir

At keypa vesipappír og mjólk. At vaska upp, at skola niður eftir sær; at arbeiða og taka ábyrgd. At kunna síggja seg sjálvan í speglinum, uttan at snerkja ella yppa øksl.
Nógv eru vit lesandi, sum heldur enn gjarna vildu tikið ábyrgd fyri okkum sjálvi. Men hvar skulu vit fara? Í besta føri finna vit eitt kamar fyri tvey túsund og fimm hundrað krónur, kanska ein kjallara fyri tað sama pluss túsund. Kundi farið út á bygd og valt mær eina loftshædd fyri fimtan hundrað krónur. Og so ferðast hvønn morgun í fjøruti minuttir. Nei takk!
Sum nú er, síggi eg bert ein møguleika fyri at skapa mína egnu tilveru – og tað er at flyta av landinum. Tað sum eg sakni, er ein møguleika fyri at leiga bíliga, og bústaðurin má gjarna liggja nokkso sentralt. Tætt við skúlan, í minsta lagi.

Vit í Sosialistisk Ung vilja mæla politikkarunum til at gjøgnumføra ítøkiligu ætlanina hjá móðurflokki okkara, sum er at brúka Húsalánsgrunnin, sum í løtuni bert fer til at bjálva dýr og stór hús, til at byggja 80 lestrarbústaðir. Hetta meta vit at vera eitt hitt týdningarmesta fetið mótvegis einum rættari samfelag, har tað eisini er pláss fyri ungdóminum.