Tað verður rumenski Sorin Anghel, ið skal vera hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze á Argjum. Tað váttar Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum, fyri in.fo í dag. Hann váttar eisini, at Bárður Olsen, ið fyrr í ár gavst í felagnum, nú aftur verður partur av Effo-hópinum hjá AB.
Sorin Anghel gavst annars at spæla eftir farna kappingarár, har hann síðani hevur tikið sær av næstbesta liðnum hjá AB.
Men nú fer Sorin Anghel aftur at taka fótbóltsskógvarnar uppá, tí Sorin Anghel verður nevniliga leikandi hjálparvenjari hjá AB.
Við styrkinum av Sorin Anghel og Bárði Olsen, hevur AB sostatt styrkt sær væl um hópin.