Frank Davidsen, fyrrverandi løgtingslimur, Sørvágur
At síggja valevni Fólkaflokksins gera sær dælt á Vágaportalinum, og ákæra aðrar flokkar fyri at hava ábyrgdina av, at Sørvágs bygd eftir einari nátt misti 80 prosent av trolaraflotanum, tað er milt sagt ótrúligt.
Tí tað var júst flokkurin hjá Jóanis Nielsen og teirra fiskimálaráðharri, ið vat arkitekturin aftanfyri tí av flokkinum hálovaðu umsetiligheitina í fiskiflotanum. Henda óskipaða umsetiligheitin legði lunnar undir spekulatiónsmotivið, sum í nærmastu framtíð hóttir við at koyra ein stóran part av flotanum á húsagang.
Millum annað, so vóru fiskidagar hjá gomlun dangun fluttar yvir á stórar stállínubátar, soleiðis at kapitaliseringin av fiskiskipaflotanum rættiliga tók dyk á seg, soleiðis at støðan ídag er hon, at skip verða handlað fyri ein óverðuligan prís, við tað, at sjálvt fiskiloyvi hevur eitt virði, sum er tveir triðingar av prísinum uppá skipi ella meira enn tað.
Tað vóru ikki bara teir fimm trolararnar, ið Sørvágs bygd misti. Eisini eyðkenda navnið Vesturvón og stolta felagið frá 1959 av sama navnið vórðu rænd eftir einari nátt av Íslendska srórkapitalinum. Hesin var væl hjálptur av strámanni, ið eisini keypti Krúnborg. Til samans vórðu Vesturvón og Krúnborg handlaðir fyri eina hálva milliard krónur, samstundis sum "strámannafelagi" hevði ein partapening uppá einans 80.000 krónur.
Sambært tí frísinnaðu ideologiini hjá Fólkaflokkinum er tað í tráð við teirra stevnumið.
Var spekulasjónsmotivið ikki lagt inn í fiskiflotan av Fólkafloks- og fullveldissamgonguni, hevði Sørvágs bygd framvegis havt ein stoltan fiskiflota við flaggskipinum Vesturvón og seks øðrum trolarum. Og ongin sum helst ivi er um, at var tað gingið reiðiliga fyri seg, so høvdu reiðarin, manningarnar eins og sørvingar allir keypt trolararnar aftur, um teir fingu møguleikan.
At nevndi flokkur nú roynir at billa fólki inn, at "brúk er fyri øllum", eins og flokkurin sigur seg vera sosialan, er beinleiðis láturligt.
Tað sokallaða fría initiativið, sum nú kallar seg A-liðið, var ikki so frægt, at tað fíggjarliga kláraði at reka Dagblaðið, ið hevði sum endamál at jagstra og spilla fólk út, serliga tey alment løntu - tey við ryggsekkjum og partisanhúgvum vóru helst lærarar og pedagogar, tey fótformaðu vóru kvinnufylkingarnar. Ein bólk kallaði Dagblaðið tey hvítkitlaðu, sum eisini vóru drigin gjøgnum runudýkið av blaðnum. Jú sanniliga ein flokkur við broyttum visjónum í mun til blaðetikkin hjá stavnamanninum, ið nú tykist at vera frá eini farnari tíð eins og Dagblaðið sjálvt.
Tað seinastu hálvu øldina hevur Javnaðarflokkurin sitið við landsins leiðslu, og saman við verkafólki bæði á sjógvi og landi verið við til at lagt lunnar undir eitt samhaldsfast samfelag.
Vit, Javnaðarflokkurin, fingu fyrst í 1990-árunum eftir tógvið stríð Samhaldsfasta settan á stovn. Sambandsflokkurin ynskti hann har, ið piparið grør, eins og Fólkaflokkurin vildi broyta navnið fyri at samtykkja hann - teir endaðu tó við at góðtaka navnið.
Vit fingu, og tað var í tøkum tíma, sett ALS á stovn. Fólkaflokkurin setti sum treyt, at ALS-útgjaldið ikki skuldi upp um 50 prosent av eini arbeiðaraløn. Men sum tann sterki politikarin Atli var, vóru Svend Aage Ellefsen og John Petersen voks í hondum Atla, ið segði minimum 70 prosent, og harvið bleiv tað.
Hvussu nógvir føroyingar hava ikki í hesi 15 árini havt stórt gagn av útgjaldinum frá ALS, ið nú hevur eitt stovnsfæ omanfyri eina hálva milliard krónur. Samhaldsfasti og ALS koma at standa sum varar yvir tey fólk, ið hugsaðu um verkafjøldina í ringastu árum í nýggjari føroyskari søgu.
Latið tykkum ikki tøla av gyltum vallyftum, men seti ein sterkan Javnaðarflokk inn aftur á Føroya Løgting nú leygardagin - flokkurin hevur royndirnar og besta løgmansevnið at vísa á.
Gott javnaðarval.