Nú skal Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiða Løgtinginum frá, hvussu stóra upphædd, føroyingar hava spart saman til ellisárini í ymsum pensjónsgrunnum.
Tað vil Sonja Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinna, hava at vita frá landsstýriskvinnuni.
Í hesum sambandi vil hon eisini hava at vita, hvussu stórur partur av hesum er skattafrítt, tá ið tað verðru goldið út, og hvussu nógv skal skattast.
Løgtingskvinnan vil eisini hava at vita, hvussu stóran part av upphæddini, kvinnur eiga, og, hvussu nógv, menn eiga.
Og serliga vil hon hava at vita, hvussu samansparingin, teir ymsu aldursbólkarnir eiga, og harafturat vil hon hava eina frágreiðing um, hvussu nógv, fólk í ymsum aldursbólkum, hava spart saman til sína egnu pensjón.
Sonja Jógvansdóttur sigur, at tað, sum serliga undrar hana, er tann munur, sum tað tykist vera á, hvussu nógv fólk í ymsum aldursbólkum hava spart saman til sína egnu eftirløn. Og hon sigur, at nú ein nýggj pensjónsskipan skal gerast, er hetta neyðugt hjá politisku skipanini at vita fyri á kunna tryggja, at allir føroyingar fáa nóg góð fíggjarlig kor á ellisárunum.