Soltið í toppinum

Úrtøkan hjá teimum báðum oddaliðunum í bestu eingilsku fótbóltsdeildini var so soltin, sum tað bar henni til at vera í dag. Oddaliðið Manchester United vitjaði Fulham í London, og heimaliðið sendi toppliðið til hús við 2-0 tapi. Paul Scholes varð sendur av vølli longu í 1. hálvleiki, tá ið hann á málstrikuni bjargaði við hondini. Síðstu løtuna vóru bara níggju reyðir á vøllinum, tí Wayne Rooney sá reytt eftir at hava sæð gult tvær ferðir.

Manchester tapið bar við sær møguleikan, at spenningurin í toppinum skuldi gerast størri, men Chelsea megnaði ikki at taka av. Í grannauppgerðini í London ímóti Tottenham endaði tað 1-0 til heimaliðið á White Hart Lane.

Manchester United hevur 65 stig fyri 29 dystir, og Chelsea hevur 61 stig fyri 29 dystir. Liverpool hevur eisini 61 stig fyri 29 dystir. Í morgin fer Liverpool at spæla á heimavølli ímóti Aston Villa.

Hini úrslitini í dag: Blackburn-West Ham 1-1, Stoke-Middlesbrough 1-0, WBA-Bolton 1-1.