Fríggjakvøldið klokkan 21 skipar Sólsystemið fyri tiltaki í Perluni í Tórshavn.
Til tiltakið spæla ORKA, fred (UK), übernörd, Kidda, og HÚS.
Orka gav plátuna Leipzig út í Føroyum fyrr í ár, umframt Danmark, Týskland, Eysturríki, Sveits, og hevur júst gjørt avtalu við Cargo Records um at geva út í Onglandi. Orka er broytt live frá at vera ein stórur bólkur við heimagjørdum ljóðførum til tveir mans á palli við nærum bert elektroniskum ljóðførum. Til tiltakið fer Orka einamest at spæla tilfar av nýggju plátuni, har teirra partur verður eitt slag av útgávukonsert.
Men Leipzig verður ikki einasta feska útgávan á tiltakinum. Sólsystemið letur til tiltakið úr hondum sína fyrstu útgávu "Sólsystemið Volume 1", ið erein beat tape EP við 5 spildurnýggjum skeringum frá ORKA, übernörd, fred, Kidda, og Hús. Fløgan verður bert til sølu á tiltakinum.
Nógvur spennandi og feskur elektroniskur tónleikur verður at hoyra til tiltakið. übernörd fer at spæla dub við upbeat og skitnum undirgrunds disco house blandað við eitt sindur av sci-fi.
Hoyr mix hjá übernörd VIÐ AT TRÝSTA HER
Kidda spælir groovy dub og chica bum à la: VIÐ AT TRÝSTA HER
HÚS diskar egið tilfar, chillað elektronika, ið tú kanst tú droyma teg burtur í, meðan tú nikkar við høvdinum til rútmurnar:
Á Facebook VIÐ AT TRÝSTA HER
Enski Fred fer at spæla goymdar gimsteinar frá UK Jungle. Fred sigur um settið: "Tell them, I'll bring the pain".
Tiltakið verður ein góður møguleiki at hoyra eina ørgrynnu av nýggjum og spennandi tónleiki, og so sleppur tú enntá at dansa ímeðan ... Ja, so genialt er tað.