Ole Gunnar Solskjær er útnevndur sum nýggjur venjari hjá Cardiff City.
Tað skrivar BBC Sports.
40 ára gamli fyrrverandi Manchester United áleyparin hevur góðtikið ein rullandi sáttmála við Bluebirds.
Solskjær hitti leikararnar á venjingar økinum hósdagin. Hann kemur sum venjri hjá Molde, sum hann hevur ført til bæði meistaraheiti og steypavinnarar.
- Tað er ein ótrúlig avbjóðing. Cardiff er til reiðar at taka næsta stigið, og eg vóni, eg kann hjálpa teimum. Eg havi altíð droymt um at verði ein managari í Premier League, og eri fegin um at hava fingið møguleikan, sigur Ole Gunnr Solskjær.
Cardiff, sum í gjár tapti 2-0 móti oddaliðnum, Arsenal, er nummar 17 í Premier League og bara eitt stig frá niðurflyting.
Solskjær fær eina munandi rúgvu av pengum frá eigaranum, Vincent Tan, at keypa nýggjar leikarar fyri í hesum keypsvindeyganum.
- Eg eri ein ógvuliga positivur managari. Eg ynski at spæla ein góðan stíl av fótbólti í gjár (móti Arsenal) vístu vit, hvussu hóttandi vit kunnu vera, sigur Ole Gunnar Solskjær.