Einki er so keðiligt, sum at ganga og dustsúgva um jólatræið, sum, áðrenn jólini eru av, stendur nakið, tí tað hevur mist allar nálirnar. Herfyri var grein í Vikublaðnum við nøkrum góðum ráðum um, hvussu tú kanst hjálpa trænum at varðveita nálirnar.
Áðrenn træið verður sett í fótin, skalt tú saga niðastu sentimetrarnar av tí, og drýpa tað niður í heitt vatn. Jú heitari, jú betri, gjarna eini 70 hitastig. Heita vatnið forðar harpiksinum at renna úr trænum og tætta evnini hjá trænum at taka til sín vatn. Nøkur telgja træið til, fyri at fáa pláss í fótinum, men hesum mæla serfrøðingarnir frá. Teir vísa á, at tekur til sín vatn upp millum børkina og viðin. Tí er neyðugt, at eisini børkin stendur í vatni.
Onkur mælir til at taka træið inn í kjallaran ella gongina í eina nátt, áðrenn tað verður tikið einn í stovuna. Hetta er fyri at træið skal fáa tíð at laga seg eftir viðurskiftunum. Tað kann vera eitt gott hugskot at seta træið í eina spann av vatni. Av Skógrøkt Landsins siga tey tó, at við tað, at veturin í Føroyum ikki er so kaldur, so er týdningurin av hesum minni í Føroyum enn á fastlandinum.
Síðani er týdningarmikið at minnast, at jólatrøum tørvar vatn. Gloymir tú at geva trænum vatn, missir tað nálir sínar. Nógvir fótar rúma ov lítið vatn, so best er at kanna vatnið hvønn dag og fylla á, um neyðugt. Vatnið skal vera lunkað.
- Tað ger tað ikki verri, um tú stoytir ein lítlan sjatt av sodavatni niður í fótin. Jólatræið fær tá ágóðan bæði av sýruni og sukurinum í sodavatnini, sigur Tróndur G. Leivsson, landsskógarvørður á Skógrøkt Landsins.
Verður tað standandi ov leingi uttan vatn, er skaðin hendur og træið fer ikki at drekka aftur, hóast tú fyllir vatn á.
Ein onnur orsøk at syrgja fyri, at jólatræið fær nokk av vætu, er vandin fyri eldsbruna. Nálirnar eru sera eldfimar og jú turrari tær eru, jú minni skal til, áðrenn eldur kemur í. Við tað at nálirnar eru so eldfimar, brennir eitt jólatræ eisini ómetaliga skjótt. Hóast eitt væl vætað jólatræ eisini er sera eldfimt, so ger tað tað ikki verri, at ein syrgir fyri, at træið fær nokk at drekka.
Hjálp teimum ovurviðkvæmu – spula jólatræið, áðrenn tú tekur tað inn í húsið.
Jólatrøini eru ofta ein trupulleiki hjá teimum, ið hava ovurviðkvæmi. Tað vísir seg, at gamalt pollen og soppur ofta føra til at nasar og eygu fara at renna hjá teimum, sum hava ovurviðkvæmi. Fyri at forða hesum, er best at spula træið fyrst og seta tað at turka í hjallinum ella garasjuni. Ein onnur loysn er at brúka plasttrø.