Fýrverk er ikki at spæla við, og tað eru ikki so fá dømi um, at fólk hava fingið skaða av fýrverki, eisini álvararsligar skaðar. Tí hevur tað stóran týdning, at fólk hugsa seg væl um, tá ið fýrverk verður skotið og nú nýggjárið er í hondum, minnir Arbeiðseftirlitið okkum á, hvussu vit eiga at bera okkum at.
Her eru nøkur góð ráð til tey, sum fara at skjóta fýrverk:
– Ver í verndarbrillum.
– Skjót bara góðkent fýrverk og ikki heimagjørt, ella ólógligt, fýrverk, eitt nú rørbumbur og annað.
– Halt ikki fýrverki í hondini tí fest verður í fjúsið, men set tað í ein haldara, sum ikki koppar.
– Far burtur frá fýrverki, sum tú hevur fest í og bend teg ikki inn yvir fýrverkið.
– Far ikku aftur til fýrverk, ið ikki brast.
Eini onnur góð ráð eru, at fólk skulu ikki ganga við fýrverki uppi á sær, tí tað kann festa í fjúsið og so kann tað elva til brunaskaðar, og aðrar skaðar.