Soleiðis verður vinnarin av MGP funnin

Hyggjarar kunnu atkvøða, men tað eru ikki einans hesar, sum gera av, hvør skal umboða Danmark í Eurovision í mai.

Vinnarin av danska Melodi Grand Prix verður funnin við, at ein serfrøðinganevnd við fimm fólkum sigur sína hugsan, og somuleiðis kunnu hyggjarar greiða atkvøðu bæði umvegis SMS boð og umvegis appina hjá MGP - tó appin ikki kann nýtast í Føroyum. 

 

 

Atkvøðurnar frá serfrøðinganevndini og hyggjarunum telja helvt um helvt, og valdsbýtið er tvíbýtt bæði í innleiðandi umfarinum, har allir 10 sangirnir eru við í kappingini, og somuleiðis eisini í finalurunduni, har tríggir sangir skulu dystast um fyrsta pláss. 

 

 

 Føryingar kunnu atkvøða umvegis SMS boð á 1212, har man skrivar til dømis Sang 7, um ein ynskir at atkvøða fyri Carlsen systrunum. Men appin riggar ikki í Føroyum.