Munnbind – ella maskur – eru vorðnar ein partur av nýggja koronu-veruleikanum í Føroyum eins og kring allan heimin.
Í vikuni mælti fútin, sum er formðaur I farsóttarnevndini til – eins og danska Heilsustýrið eisini mælir til, at brúka munnbind á almennum støðum.
Kirurgiskar einnýtslumaskur eru enn at taka framum, men tað ber eisini til at nýta toymaskur.
Toymaskur kunnu bæði keypast í handlum, eins og at tú sjálv/ur kanst gera tær. Men líka mikið um vit keypa ella gera tær sjálvi, hvussu velja vit so ta røttu?
Jú fleiri løg eru í maskuni, tess betri er maskan til at fanga og síla ella reinska partiklarnar, sum tú andar út og inn.
Heimsheilsustovnurin WHO, heilsustýrið í Danmark og í heilsustýri í fleiri øðrum londum mæla til maskur við trimum løgum.
»Í minsta lagi trý løg er gott. Fýra og fimm kunnu vit eisini væl brúkast. Tað snýr seg um javnvág, so leingi vit ikki hava trupulleikar við at anda, sigur Niels Høiby, professari í kliniskari mikrobiologi við Københavns Universitet og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, við Videnskab.dk.
Tilmælið frá Heilsustýrinum er, at tað innasta lagið eigur »at súgva vætu í seg og kennast fjálgt móti andlitinum. Tað er eitt gott hugskot at velja ljóst evni, so tú sært, um tað verður dálkað«.
WHO mælir til, at brúkt verður tættvovin bummull til innasta lagið, og tað sama sigur onnur gransking á økinum.
Um tú hevur eina toymasku við trimum løgum, fer annað ella mittasta lagið at virka sum eitt slag av filturi. Annað lagið kann annaðhvørt verða seymað inn í maskuna, ella tað kann vera eitt filtur, sum tú kanst skifta út, um maskan hjá tær er gjørd til tað.
Snildin við toyi til annað lagið er, at tað ger tað til eitt slag av elektrostatiskum filtri, sum fangar partiklar við statiskum elektrisiteti.
WHO mælir til ikki-vovið evni sum polypropylen til tað lagið, sum skal virka sum filtur. Polypropylen er eitt syntetiskt evni, sum eitt nú verður nýtt til at gera klæði at sveitta í, sum til dømis ítróttarklæði. CDC mælir til chiffon sum filturevni.
Meðan tað innasta lagið eigur at vera vætuabsorberandi, so tað sýgur partiklarnar úr andadrátti tínum til sín, so eigur tað uttasta lagið hinvegin at vera vætuavvísandi, so maskan ikki sýgur allar partiklarnar úr luftini í seg.
»Tað uttasta evnið skal vera vætuavvísandi. Her er eitt syntetiskt evni sum polyester upplagt,,« váttar Karen Marie Hasling, sum er tekstilverkfrøðingur og adjunktur við Desingskolen í Kolding.
WHO mælir til, at uttasta lagið kann verða gjørt úr polyester ella eini blanding av polyester og øðrum evni.
Tað síðsta, tú skalt geva gætur, er hvussu maskan passar.
Tí í veruleikanum kann ein maska, sum ikki situr væl, virka 50 prosent verri, vísa granskarar frá Center for Nanoscale Materials á í eini gransking í American Chemical Society Nano.
Ein maska, sum situr væl, dekkar nøs og situr tætt at kjálkum.
Um tú ætlar at seyma eina masku, skalt tú geva gætur, at hon væl kann vera nakað stór ella eyka tjúkk á síðunum, so hon situr tættari. Tað kann eisini gerast á annan hátt. Tað hevur størstan týdning, at vit ikki enda við einum »fløtum« rektangli, men royna at skapa eitt holrúm, greiðir Karen Marie Hasling frá.