Fleiri vilja fegin, at Lars Løkke Rasmussen, formaður, og Kristian Jensen, næstformaður, leggja frá sær.
– Tað eru 850 umboð á landsfundinum hjá Vinstra, sum gera av, um Lars Løkke Rasmussen og Kristian Jensen skullu halda fram sum formaður og næstformaður floksins.
– Tað neyva talið av umboðum er millum annað treytað av talinum av limum í einstøku veljarafeløgunum í Vinstra.
– Næsti landsfundur skal eftir ætlan vera í november. Men fleiri, teirra millum Lars Løkke Rasmussen, vilja fegin framskunda fundin til áðrenn Fólkatingið kemur saman í oktober.
– Landsfundurin verður hildin á hvørjum ári – vanliga í oktober ella november – og hann er floksins evsti myndugleiki.
– Tilsamans 850 umboð atkvøða um uppskot og velja formannin og næstformannin.
– Hvørt umboð hevur eina atkvøðu, og vanligur meirilut skal til at velja formannin. Tí krevur tað 426 atkvøður at vera valdur sum nýggjan formann fyri Vinstra,um 850 greiða atkvøðu tilsamans.
– Umboðini koma millum annað frá veljarafeløgum, økisnevndnum, starvsnevndini og politikarar frá bæði lands-, kommunal- og ES-politikki.
– Á landsfundinum hava umboð bæði talu- og atkvøðurætt.
– Landsfundurin kann bara taka avgerðir, um í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt, greiða atkvøðu.
Kelda: Venstre.
/ritzau/