Soleiðis ætlar Manchester City at keypa Lionel Messi

Hann skal spæla í Manchester City í trý, men skal so skifta til eitt systurfelag

Altjóða miðlar eru á tremur við søgum um Lionel Messi, ið hevur boðað FC Barcelona frá at hann vil úr felagnum. Í gjár var søgan um tvístøðuna við sáttmálanum, har Lionel Messi og legan hjá honum heldur at hann kann skifta ókeypis, meðan FC Barcelona, við stuðli frá leiðsluni í La Liga, sigur seg kunna krevja upp til fimm milliardir krónur.

Í dag siga ávisir miðlar seg vita, at Manchester City hevur í sinni at geva Lionel Messi ein fimm ára sáttmála, sum samanlagt hevur eitt virði upp á 5,5 milliardir krónur. Árslønin verður um 750 milliónir krónur, men eftir trý ár í Manchester City skiftir Lionel Messi til New York City í amerikansku MLS. Hetta skiftið skal geva eitt bonus á yvir eina milliard krónur.

Hetta er eitt systurfelag hjá Manchester City, sum Abu Dhabi United Group eisini eigur. Netverkið telur eisini Melbourne City FC úr Avstralia, Yokohama F. Marinos úr Japan, Montevideo City Torque úr Uruguay, Girona úr Spania, Sichuan Jiuniu F.C. úr Kina, Mumbai City FC úr India og Lommel S.K. í Belgia.

Tað er við hesum í huga, at Manchester City kann keypa spælarar sum Lionel Messi, og skipa eina avtalu, ið gevur nógvar pengar, men talan er ikki beinleiðis um løn fyri hvønn mánað fyri at spæla fótbólt.