Økið við Hólman á Eiði, har nýggi fótbóltsvøllurin er bygdur, fær nú eisini nýtt ítróttar-og bygdahús. Økið er planerað, og høvuðskloakk er løgd, soleiðis at klárt er at stoypa fundamentið undir bygninginum. Tá húsið er bygt, verða ítróttarumstøðurnar og umstøðurnar hjá bygdafólkinum annars í serflokki.
Umframt fasilitetirnar sum ítróttarhús, fer verkætlanin eisini at rúma bygdahúsi, frítíðarskúla og stórum fitness-rúmi.
Tá tú byggir ein slíkan bygning við stórum skýli, sum hongur út yvir áskoðaraplássini, er neyðugt, at fundamentið er tungt, sterkt og gott, og neyðugt er eisini, at alt er væl ankrað saman. Øll niðara hæddin í ítróttar-og bygdahúsinum verður bygd upp við betongelementum, eins og veggirnir í niðaru hæddini og dekkið millum hæddirnar eisini verður bygt við betongelementum.
Báðar hæddirnar í bygninginum verða eins stórar, umleið 900 innilokaðir fermetrar tilsamans. Haraftrat koma so tey 300 áskoðaraplássini við tekju útyvir.
Í niðaru hæddini verður stórt fitness-rúm á umleið 100 fermetrar, og her verða fýra skiftirúm við tilhoyrandi brúsum og wc’um, umframt eitt alment wc. Her verða eisini goymslurúm, rúm til fysioterapi, trappurúm og lyfta til ovaru hæddina.
Komandi verður inn í húsið, bæði av niðaru og ovaru hæddini, eisini í koyristóli, og sleppast kann eisini runt allan bygningin í koyristóli. Eiðis kommuna hevur nevniliga lagt stóran dent á, at húsið skal verða atkomiligt hjá øllum, eisini rørslutarnaðum.
Her verða ongar gáttir, og hurðarnar verða breiðar, soleiðis at lætt verður at sleppa kring um hjá fólk í koyristóli, eins og sergjørt wc verður til rørslutarnað í báðum hæddunum.
Í ovaru hæddini, har høvuðsinngongdin er, verður forhøll ella ein stórur durur, tá tú kemur innar. Úr forhøllini verður skrivstova, ætlað til bóltfelagið, og her verða fimm vanlig wc og eitt wc til rørslutarnað. Mitt í ovaru hæddini verður stórur bygdasalur - ella felagsrúm - ið kann hýsa millum 250 og 300 fólkum, og her verður stórkøkur, wc til starvsfólk, eitt minni skiftirúm og rímiligur durur.
Í ovaru hæddini verður eisini rúm á umleið 40 fermetrar til frítíðarskúla, sum liggur upp at stóra felagsrúminum. Stóri salurin kann býtast upp í trý við faldiveggi, og her ber til uttan hóvasták at taka einar 50 fermetrar aftrat upp í frítíðarskúlarúmið.
Miðlarúm við útsýni yvir fótbóltsvøllin verður eisini í ovaru hæddini, og her kunnu tíðindafólk eitt nú varpa út fótbóltsdystir og ítrótt annars, sum gongur fyri seg á vøllinum.