Soleiðis sá Hollywood skeltið út á nýggjárinum

Tá ið fólk í Hollywood í Los Angeles komu fyri seg eftir nýggjárshaldið, sóu tey, at heimskenda skeltið á bakkanum var broytt.

Onkrir óbodnir gestir høvdu verið á vitjan og høvdu broytt tveir bókstavir á skeltinum, so at ”Hollywood” var blivið til ”Hollyweed”. Weed sipar til marijuna.

Myndugleikarnir fingu tó skjótt ruddað skeltið, men teir vita ikki, hvør hevur spælt hund.

Tað er áður hent, at Hollywood skeltið hevur verið broytt – millum annað eisini til ”Hollyweed”.