Tað verður neyðugt at seta pening av fyri at tryggja, at vegir og brýr eru nóg tryggir at koyra eftir, og at tunlarnir eru nóg tryggir at brúka. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Og tað er Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, samdur í.
Í nýggju samferðsluætlanini hjá Landsverki verður staðfest, at vegir, brýr og tunlar, eru so illa hildin, at brúk er fyri 375 milliónum krónum upp á nøkur heilt fá ár, fyri at fáa alt í rættlag aftur.
Orsøkin er, at játtanin, Landsverk fær at halda vegir, tunlar, og brýr fyri, er alsamt minkað, samstundis sum at vit fáa alsamt fleiri vegir og tunlar at halda. Landsverk sigur, at tí verður tað neyðugt at fáa eina skipan, sum liggur í eini fastari legu, fyri, hvussu viðurskiftini kunnu fáast í rættlag. Og mælt verður somuleiðis til, at einki nýtt verður bygt, fyrrenn ein ætlan er løgd fyri, hvussu tað vegakervið, sum er, verður hildið.
Landsverk heldur, at ein veruleikakent mál kundi verið, at sett 15 milliónir av tað fyrsta árið, og síðani 40 milliónir um árið hesi næstu árini fyri at vinna alt inn aftur, sum er forsømt. Men harafturat verður neyðugt at játtanin til at halda vegakervið, verður hækkað upp í 70 milliónir um árið. Í løtuni er hon góðar 40 milliónir.
Og í Løgtinginum hevur Jenis av Rana spurt Heðin Mortensen, hvussu ætlanin er at fara fram fyri at loysa trupulleikan. Heðin Mortensen ásannar, at okkurt má gera, og hann leggur afturat, at hetta er ein spurningur, hann hevur sett sjøtul á at kanna.
Sjálvur heldur hann, at ein gongd leið er at lata ein part av upphæddini, øll, sum eiga bil, rinda í vegskatti um árið, fara beinleiðis til Landsverk at halda vegakervið fyri. Vit rinda einar 400 milliónir í vegskatti um ári, og verður ein lítil partur av tí, markaður til Landsverk at halda vegakervið fyri, eru vit komin rættiliga langt, heldur hann.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, heldur, at kann verða neyðugt at finna eina sjálvvirkandi skipan, fyri at tryggja Landsverki nóg stóra játtan, so at játtanin ikki hækkar og lækkar, alt eftir, hvussu politikarar raðfesta.
Jenis av Rana hevur eitt annað uppskot. Hann vísir á, at vit hava savnað hundraðtals milliónir saman í einum búskapargrunni. Hann heldur, at í roynd og veru er hetta ein grunnur, Tjóðveldi hevur sett á stovn fyri at fíggja fullveldi. Men hann heldur, at tað er neyðugt at hugsa meiri um trygdina hjá fólki, heldur enn at spara pening saman til eitt fullveldi.
Hann heldur, at fullveldið er eitt ediligt mál, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um tey, sum búgva í Føroyum. Tí heldur hann, at peningur í Búskapargrunninum eigur at verða brúktur til at tryggja ferðslutrygdina.