Ólavur Hátún
Ikki vóru nógv fólk møtt til konsertina hjá bólkinum "A KIND of B....Quartet" í Norðurlandahúsinum seinasta leygardag, og tað var spell, tí vit, sum vóru har, fingu eina ógloymandi tónleikauppliving. Ikki tí, her var ikki talan um Bach, Mozart, Brahms og teir, sum liggja mínum hjarta næstir, men um rytmiskan tónleik hallandi mest til jazzin
Framførslurnar vóru tó so heilt øðrvísi, enn ljóðførissamansetingin el-guitar, el-bass, ljómborð og slagverk vanliga býðir til. Onki niðrandi skal sigast um tann tónleikaliga ovurhuga og tey ógvisligu orkutøk, sum á okkara tónleikapøllum eins og eisini aðrastaðni fáa ungdómsligar áhoyrarafjøldir upp at darta og sveiggja og skapa eina felags kenslu og tilvitan, ið eisini hevur varandi virði. Ivaleyst hava tær ungu genturnar í Fuglafirði, sum Sosialurin endurgav so negativt um teirra uppliving av kvartettini, væntað sær slíka eggjandi løtu, har tónleikurin í sjálvum sær ofta kann vera heldur lættisoppakendur. Men teir fýra ungu spælimenninir Leo úr Argentina, Marco úr Napoli, Frederico úr Venezia og Bjarki úr Havn, ið hava lisið saman á heimsgitna tónlistarsetrinum Berklee College of Music í Boston, eru komnir longur enn til at hava tað sum eitt høvuðsendamál við sínum spæli at fáa salin upp at kóka. Hjá mær, sum fekk tvey høvi til at fáa latið upp fyri hesum mær so fremmanda tónleikaheimi, gekkst tað so, at eg sum frá leið gjørdist meira og meira hugtikin av hesum sublima, impressionistiska samanspæli.
Ofta var tað so, at el-bassurin - stillisliga, so tú neyvan varnaðist, at hann var byrjaður - legði støðið. Ljómborðið kundi so bera fram ein lagastubba, handfara hann eina løtu og síðan lata hann yvir til el-guitarin, sum sat til reiðar at lofta og spinna víðari. Slagverkið tók undir, og meðan temaið nú ferðaðist frá ljóðføri til ljóðføri, stuðlað av viðkvæmum fylgispæli frá hinum, mentist heildin, dynamiskt skiftandi frá einum pianissimo og upp til eitt munandi forte. Eins og við virðiligari føroyskari kvøðing ella einari fuga hjá J.S.Bach vórðu vit lurtandi meira og meira drigin við í hesum so væl samansjóðaða tónleikatoymi.
Bygnaðurin var ymiskur frá ferð til ferð, og eisini upplivdi tú beinleiðis improvisatión, har musikarnir vakið og neyvt góvu gætur hvør eftir øðrum; men aðaleyðkenni var eitt tónlistarligt støði, hvørs fortreytir umframt viðføddar gávur eru hollur teoretiskur kunnleiki, fullkønur spæliførleiki, listarligur disiplinur og eitt opið skapandi sinni. Vegurin til slíkt støði er áralangt slit á hægri læristovni, tí tónlistargávurnar eru bara fyrsta fortreytin.
Væl hevði eg unnað fleiri av okkara evnaríku rytmisku tónleikarum at verið við og vunnið sær íblástur hesa minniligu tónleikaløtuna í Norðurlandahúsinum, hoyrt Leo pianistin, "one of the most talented guy at Berklee", fara sum hvirluvindur eftir tangentunum, og tónaskaldið Frederico, hvørs kensluborni tónleikur og fjøltáttaða guitarspæl hugtók okkum, hoyrt, hvussu Bjarki, fyrr eitt navn í okkara popptónleikaheimi, nú hevur ment seg til búnan tónlistamann við munandi breiðari spektrum, og seinast og ikki minst eygleitt Marco, sum handfór sítt slagverk so meistarliga og so fjølbroytt, sum eg ikki havi upplivað tað áður. Vónandi verður høvi at hoyra hesar tónleikasnillingar aftur á okkara leiðum. Slíkt høvi kundi verið Listastevnan eitt komandi ár, har listarliga dygdin jú verður sett í hásæti.










