Soleiðis fert tú at merkja høga oljuprísin

Oljuprísurin er nú so høgur, sum hann ikki hevur verið í umleið fýra ár, og bara seinasta árið er prísurin á einari tunnu av ráolju hækkaður við meira enn einari helvt. Í løtuni er prísurin omanfyri 70 dollarar.

Meðan oljufeløgini og oljuframleiðandi londini kunnu fegnast um lopið í oljuprísinum, eru avleiðingarnar av høga oljuprísinum farnar at merkjast.

Norski vinnulívsmiðilin E24 hevur gjørt greining av, hvørjar avleiðingar eru av høga oljuprísinum.

Fyrst og fremst verður prísurin á brennievni – bæði til bilar, húsarhald og vinnu – hægri, enn hann hevur verið undanfarin ár, og tað merkist ítøkiligt hjá fólki og vinnu. 

Í løtuni kostar ein litur av blýfríum bensini góðar 10 krónur í Føroyum, og ein litur av diesel kostar umleið 8,40 kr. Prísurin á gassolju er góðar 7 krónur liturin. 

Í londum rundan um okkum er prísurin á brennievni enn hægri, og bæði í Noregi og Bretlandi hevur prísurin sett met seinastu tíðina. 

Prísurin á flogferðum og flutningi fer at hækka, og tað merkir eisini, at matvørur og aðrar vørur kunnu fara at dýrka, tí rokningin fyri hægri flutningskostnað verður oftast send brúkarunum.

Onnur og meira hugalig fylgja av høga oljuprísinum er, at ferð verður sett á skiftið til grøna orku, og at flutningstól verða effektiviserað.