Fagnaðurin var stórur, tá ið B36 í kvøld spældi seg víðari til 2. umfar í Europa League við at vinna 2-1 á útivølli ímóti OFK Titograd úr Montenegro. Benjamin Heinesen og Kaimar Saag stóðu fyri málunum hjá B36.
Sum tann litríki maðurin hann er, so gekk B36-venjarin, Jákup á Borg, á odda fyri stóra sigursfagnaðinum eftir dystin. Hesin fagnaðurin sæst á sjónbandinum omanfyri.
HERber til at hoyra Gunnar Sørensen siga frá dystarendanum í Titograd, og til ber eisini at hoyra samrøður við Jákup á Borg, høvuðsvenjara, Odmar Færø, liðskipara og Rúna Herup Olsen, formann í B36.
HER ber til at síggja bæði málini hjá B36.