Fleiri kenna ivaleyst til at hoyra ein sang, sum síðani leingi aftan á blívur við at koyra í høvdinum.
Nú hevur ein tónleikasálarfrøðingur á Western Washington University, Dr. Ira Hyman, granskað í hesum og funnið útav, hvussu til ber at gloyma slíkar sangir aftur.
Tað skrivar blaðið The Telegraph.
Kanningarnar vísa, at fyri at fáa ein sang út úr høvdinum er best er at geva heilanum ávísar lættar avbjóðingar, sum til dømis at lesa í eini bók.
- Tað snýr seg um at geva heilanum eina passaliga avbjóðing. Ert tú kognitivt engageraður í onkrum ávísum, vísir tað seg, at heilin hevur torført við eisini at skula hugsa um henda ávísa sangin, sigur Ira Hyman.
Granskararnir handan kanningina spældu poppløg fyri teimum fólkunum, ið luttóku í kanningini, og fingu tey síðani at loysa ymsar uppgávur. Sangirnir vóru sitandi í høvdinum hjá luttakarunum, um tey løgdu putlispæl ella skuldu tekna seg út frá einum labyrinti á pappíri. Harafturímót vísti tað seg, at tá luttakararnir gjørdu uppgávur, ið kravdu meira av teimum, sum til dømis at loysa eina torføra Sudoku, gloymdu tey alt um sangin.
Í kanningini vóru tað serliga fýra sangir hjá amerikansku Lady GaGa, sum settu seg fastar. Talan var um Alejandro, Bad Romance, Just Dance og Paparazzi.
Aðrar líknandi kanningar hava annars víst, at sangir, sum ofta vera sitandi í høvdinum, eru Waterloo hjá Abba og Beatles klassikarin Hey Jude.