Soleiðis fáa fleiri bygdir tunnil upp á tíggju ár

– Fyri mær at síggja, er hetta besti og bíligasti máti at gera tunnil til fleiri smábygdir kring landið, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

– Eg havi ongantíð havt álit á, at eitt tunlasjakk hjá Landsverki kann gera tunlar so bíligt og effektivt, sum tað hevur verið ført fram – og tað havi eg ikki enn álit á. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, og formaður í Fíggjarnevndini.

 

Í fjør keypti Landsverk útgerð at bora tunlar við, og endamálið er, at manning hjá Landsverki skal bora tunlar til Dals, Fámjins, Tjørnuvíkar, Gjáar, og aðrar smábygdir við. Men samstundis varð ført fram, at hetta er ein munandi bíligari máti enn at bjóða arbeiðini út til privat at kappast um, serliga tíð, at eitt tunlasjakk hjá Landsverki skal ikki rokna sær nakran vinning.

 

Her skal leggjast afturat, at arbeiðast skuldi bara í vanligari arbeiðstíð, við einum sjakki, sum sostatt eisini skuldi hava summarfrí, og annars frí um høgtíðir og halgidagar, akkurát sum øll onnur.

 

Men Bárður á Steig Nielsen, heldur, at tað er eingin haldgóð grundgeving fyri, hví tað skal vera bíligari og effektivari hjá Landsverki at gera ein tunnil, enn tað er at bjóða hann út til privat at kappast um.

 

Hinvegin hevur hann eina aðra uppskrift upp á, hvussu smábygdir kunnu fáa tunlar. Eftir hansara tykki er loysnin at sláa einar tríggjar til fimm, ella kanska fleiri av teimum styttru tunlunum saman í eina verkætlan, og at bjóða teir allar út saman, í einari verkætlan. Hann er sannførdur um, at í longdini er tað besta og bíligasta loysnin.

 

Hann sigur, at so kann Løgtingið leggja eina langtíðarætlan og seta, kanska einar 40 milliónir av um árið til endamálið. Verður hetta framferðin, er hann sannførdur um, at allar hesar smábygdirnar kunnu hava tunnil um eini 10 ár.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at verður hesin mátin brúktur, eru tað lagt í eina fasta legu, hvussu smábygdirnar kunnu fáa tunlar upp á nøkur fá ár. Hann heldur, at verða fleiri tunlar bjóðaðir út saman, verður talan um so mikið stóra verkætlan, at arbeiðstakarar fara at vera áhugaðir at bjóða upp á hana.

 

At gera tunlarnar, ein og ein, er ein dýrur máti at gera teir upp á, at eg vænti, at tað verður ógvuliga seinur dagur, at fleiri av hesum bygdunum, yvirhøvur fara at fáa tunnil, sigur hann.

 

Landsverk hevur boðað frá, at fáa tey 20 milliónir at arbeiða fyri um árið, kunnu tey bora 750 metrar av tunli um árið. Men Løgtingið hevur bara játtað níggju milliónir til endamálið í ár og tað kann Landsverk bora 300 metrar av tunli fyri. Tað er eisini avgjørt, at tunnilin til Dals er tann fyrsti, sum skal borast. Hann er einar 2,2 kilometrar metrar langur, og verður hetta lagið, fer tað at taka sjey, átta ár at bora tunnilin til Dals.