Soleiðis eita spælararnir á aserbadjanskum

Atli Gregersen er Atli Qreqersen

Í dag klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið sín næstseinasta landsdystin í Nations League. Dysturin er á Olympic leikvøllinum í Baku, sum er høvðusstaður í Aserbadjan.

 

Til dystin hava føroysku miðlafólkini fingið leikskránna til dystin. Her ber til at lesa um Lars Olsen og føroyska landsliðið. Eisini er ein mynd av føroyska landsliðnum, har føroyski hópurin er viðheftur.

 

Nøvnini er á aserbadjanskum, sum minnir nógv um turkiskt. Flestu nøvnini eru at kenna aftur, men ávísir bókstavir víkja frá. Tað er einki “J”, men tey brúka heldur “Y”, og “G” er útskift við “Q”. Á myndini eru nøvnini á føroysku spælararunum, sum tey standa í leikskránni hjá aserbadjanska fótbóltssambandinum.

Føroyar spæla í dag klokkan 17 móti Aserbadjan á Olympic Stadium í Baku. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum. Føroyar spæla í dag klokkan 17 móti Aserbadjan á Olympic Stadium í Baku. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum.

 

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt liðið, sum byrjar í dag. Tað er hetta:

 

Føroyar (3-4-3):

Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen