Soleiðis bleiv kirkjan mín

Klumma

So langt sum eg kann minnast, hevur pápi mín gingið í kirkju - og sum oftast skuldi okkurt av okkum børnum við honum.


Eg kann líka so væl viðganga beinanvegin, at eg ikki altíð havi verið løtt at fingið við. Sunnudagsprædikan er ikki tað, ein tannáringur heldur er mest spennandi.


Men pápi var ikki tann, sum gav upp uttan víðari, so fyri tað mesta fylgdi eg við, og viðhvørt lurtaði eg eisini.


Annars taldi eg vindeygu, hugdi eftir frisúrum og longdist til gudstænastan var yvirstaðin.


Eg skammist eitt sindur við at skriva hetta, men trúgvi, at nógv deila mínar upplivingar. Eitt ávíst tíðarskeið í lívinum kann ein gudstænasta verða so óintressant, at klokkurnar steðga.


Fyri nøkrum døgum síðani, sá eg eina mynd úr míni barndómskirkju inni á Facebook. Og trúgv tí ella ikki, men eg fór at leingjast. Eftir tí svalligu luftini í kirkjuni, eftir teimum hørðu bonkunum, eftir vøkru altartalvuni og eftir at stemma í ein góðan føroyskan sálm.


Pápi visti, hvat hann gjørdi, tá hann noyddi okkum við í kirkju. Hann vildi ikki bara, at vit skuldu fáa Gudstrúnna inn við skeið, hann vildi eisini geva okkum ta serstøku mentan, sum bara er at finna í eini kirkju.


Nú tá eg ferðist, fari eg ofta inn í kirkjur. Tað er ein uppliving og ein pausa frá resinum uttanfyri.


Kirkjan í Sørvági er og verður tó altíð "mín" kirkja. Tað er har, eg varð doypt og vígd. Tað er har, eg havi borið mítt barn fram til dópin, og tað er har kistan við mammu mínari var borin út.


Hesi jólini veit eg ikki, hvør kirkja tað verður, sum fær mína vitjan, men uttan jólagudstænastuna byrja jólini ikki í míni verð.


So har hevur pápi eydnast væl!