Á hvørjum ári heiðrar Reyði Krossur Føroyar einum persóni at heiðra sum ársins fyrstuhjálpari.
- Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Reyði Krossur heitir tí nú á fólk um at lata uppskot inn til hvør kann fáa heiðurin í ár.
- Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.
Oyðubløð eru at finna á politistøðunum kring landið ella á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, og skulu latast Reyða Krossi innan 31. januar.
Ársins fyrstuhjálpari verður tilnevndur hósdagin 12. februar klokkan 16 í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havnini.










