Julian Johonsson, Kurt Mørkøre og hinir í Sogndal gjørdu tað, sum teir kundu sunnudagin, og tað eydnaðist at vinna, men kortini gjørdist tað greitt, at Sogndal í komandi kappingarári verður verandi í næstbestu deildini.
25. og næstsíðsta umfarið í norsku 1. deildini hevði við sær, at Haugesund flytir upp aftur í bestu deildina, eftir at teir í eitt ár hava verið í næstbestu deildini. Bryne er á triðja plássinum, sum gevur atgongd til at spæla um eitt pláss í bestu deildini, og teir eru fýra stig undan Lyn og Sogndal. Sunnudagin vann Bryne 1?0 á útivølli ímóti Raufoss, og tað var nóg mikið fyri at sleppa undan hóttanini frá Sogndal og Lyn.
Sogndal var í Skjetten, har teir vunnu 2?0. Báðir føroyingarnir vóru við mest sum alla tíðina. Kurt Mørkøre fór út, tá ein lítil løta var eftir. Julian fær í Verdens Gang eitt fimm tal fyri sítt avrik, og Kurt Mørkøre eitt fýra tal. Sogndal kom á odda, tá 25 minuttir vóru farnir, og teir øktu í yvirtíðini.
303 áskoðarar hugdu at dystinum, sum varð spældur á graslíki.
26. og síðsta umfarið í næstbestu norsku deildini verður spælt annan sunnudag.
Fyrr í summar varð Julian Johnsson seldur úr Kongsvinger IL og til Sogndal. Tá flutti hann úr bestu og í næstbestu deildina, og nú er greitt, at um landsliðsmaðurin hevði hildið fram í Kongsvinger, so hevði hann kortini skula spælt í næstbestu deildini komandi ár. Sunnudagin tapti Kongsvinger 2?1 ímóti Skeid, teir eru niðastir á stigatalvuni, og teir hava ongan møguleika at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. Kongsvinger hevur verið seytjan ár í bestu deildini, nú teir flyta niður í næstbestu deildina.
Sunnudagin var greitt, at Rosenborg, sum er fremsta fótbóltsfelagið í norðanlondum, enn eina ferð hevur vunnið norska meistaraskapin.