Hann var eitt skifti í sjeytiárunum hjálparlækni á psykiatrisku deild, fór síðani niður aftur at útbúgva seg til serlækna í sálarsjúkum og virkaði sum slíkur niðri eina tíð, til hann fyri umleið 10 árum síðani kom heimaftur at taka við sum skipari á tí føroysku psykiatriskútuni eftir Árna Olsen, Hera Berg og August Gabriel Wang.
Og her hevur hann so sær líkt, spakur og sáttligur, men við hegni, fastleika og tó við mildni ført deildina væl ígjøgnum trupul rakstrarár, tá tað í niðurgangstíðum sansaði at og breyt um bæði borð.
Slíkt krevur sín mann og slítur sjálvandi, men hevur Sofus staðið stinnur.
Og í so máta hevur Sofus gott í at bræða. Annar abbin var hin tiltikni sjógarpurin Sofus í Jógvanstovu á Geilagarði í Leirvík og hin abbin sterki Jákup á Geilini í Gerðum í Klaksvík. Eisini ommurnar báðar vóru av raskastu fólkum.
Sjálvur er Sofus barnvaksin í fjølmentum fiskimannaheimi í Leirvík og man har í uppvøkstri sínum hava fingið gott í beini bæði so og so.
Sum bygdarfólk og leirvíkingur skal nógv akademisk árin til at vaska tann góða førningin av honum.
Honum dámar sostatt framvegis sera væl at flota, tó at fáar stundir eru til tess, men er hann so avbera grammur, hegnigur og áhaldin at krøkja fisk, at var tað ikki fyri eyguni, var hann heilt vist vorðin sum so mangir aðrir í báðum ættum, fiskimaður og skipari av professión, men hann er so ístaðin vorðin skipari á tí føroysku psykiatriskútuni, sum ikki vist er tað slakari.
Sofus er vinsamt og hugnaligt fólk, lesur nógv, dugir at seta uppá rím eins og at sita undir orðinum, og vilj vit, manningin á pyskiatrisku deild, við hesum heilsa honum á hansara seksti ára degi og ynskja hoinum alt gott framyvir.
Manningin