Sølvi: Vit burdu bundið fyri við 11 monnum móti 10 (FM1)

(FM1) Teitur Matras Gestsson var munandi nøgdari við 2-2 javnleikin millum Víking og HB enn Sølví Vatnhamar

##med2##

 

Víkingur – HB 2-2 (2-1) - Løgmanssteypið 1. hálvfinala

 

1-0: Sølvi Vatnhamar (17.)

 

1-1: Hørður Askham (23.)

 

2-1: Sølvi Vatnhamar (45.)

 

2-2: Áki D. Samuelsen (84.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fýra málunum, ið komu í hálvfinaluni í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðskiparan og málverjan hjá HB, Teit Matras Gestson.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar. 

 

- Eg eri sera fegin, nú síðsta bríksl hevur verið. Tá ið vit fóru at hvíla okkum, vóru vit aftanfyri 2-1, og vit vóru 10 og teir vóru 11. Tá vóru útlitini ikki góð, men vit reistu okkum, og nú er tað púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sigur HB liðformaðurin Teitur Matras Gestsson við FM1. 

 

- Vit eru vónbrotnir, tí vit tóku ikki av, tá ið tað lá til høgrabeinið hjá okkum. Arnbjørn Svensson, sum var stak væl upplagdur, átti uppleggið til fyrra málið, og tá ið vit øktu til 2-1, og teir mistu ein mann, var talan um lyklastøðu, sum koppaði okkum til fyrimunar, men tíverri javnaði tað seg manningarliga, og so skoraðu teir eitt mál aftrat, uttan at teir høvdu havt nakran upplagdar málmøguleika í seinna hálvleiki, sigur Sølvi Vatnhamar við FM1.

 

Seinna hálvfinalan á ovara vølli í Gundadali verður leikt 5. oktober.