Seinastu seks árini er sølan av Mercedes-bilum í Føroyum áttafaldað.
Í 2008 vórðu 7 Mercedes-Benz bilar seldar her á landi, men í fjør var talið vaksið upp í 56 bilar.
Samanlagda bilasølan hevði tað gott í 2008, men halveraðist í 2009. Síðani hevur gingið støðugt fram á við bilasøluni, og seinastu tvey árini hava bilasølurnar rættiliga fingið flog. Í fjør vórðu 1402 nýggir bilar seldir í Føroyum, og í januar mánaði í ár vórðu fleiri bilar seldir enn somu tíð í fjør.
Mercedes-Benz er eitt av bilamerkjunum, sum hevur havt størst framgongd hesi seinastu árini. Orsøkir til framgongdina eru, at generella bilasølan er vaksin, og at Mercedes bilarnir lutvíst ikki eru so dýrir samanborið við aðrar bilar, sum teir einaferð vóru.