Søguligi toppskjúttin hjá Panama er deyður 41 ára gamal

Luis „Matador“ Tejada skoraði 43 mál fyri Panama í 108 landsdystum

 Luis „Matador“ Tejada, ið var ein stór fótbóltshetja í millumamerikanska landinum, Panama er deyður bert 41 ára gamal. 

 

 Luis „Matador“ Tejada var søguligur toppskjútti á panamesiska landsliðnum. Í 108 landsdystum skoraði  Luis „Matador“ Tejada 43 mál.

 

Hann var við Panama til HM-endaspælið í Russlandi í 2018, og saman við Panama vann hann silvur í norður- og millumamerikanska endaspælinum, betri kent sum Gold Cup í 2005. Hann átti stóran lut í hesum báðum fremstu løtunum hjá Panama í altjóða fótbólti.

 

Í 2011 var  Luis „Matador“ Tejada saman við liðfeløgunum í Juan Aurich við til at vinna meistaraheitið í Peru. 

 

 Luis „Matador“ Tejada spældi sínar seinastu dystir á hægsta støði í bestu panamesisku deildini í 2022.