Tá tað er vertíð at veiða eyrriða ella síl í Grønlandi, merkir tað eisini, at summarið er komið. Tað yðjur við sílum á firðum, og nú eru síl eisini komin niðan í grønlendsku áirnar og vøtnini at gýta.
Hetta er ein deilig tíð hjá teimum, sum dáma at fiska, og í Grønlandi er stórt hugflog, tá ræður um at brúka henda ediliga fisk, sum eyrriðin er. Møguleikarnir at tilreiða fiskin eru nógvir.
Nú kann fiskast bæði í áum, firðum og á vøtnum. Hetta er eisini tíðin, tá gørn kunnu setast, og hetta er tíðin, tá veitt verður við tráðu - ella við berum hondum hjá teimum, sum duga hetta kynstrið.
Á hásumri kunnu nógv síl veiðast í Grønlandi, men her eru eisini treytir, tú neyvt eigur at fylgja, um veiðan skal vera lóglig og burðardygg. Hetta er ikki minst galdandi, tá fiskað verður við gørnum og í árum.
##med2##
Fyri nógvar grønlendskar familjur er sílaveiða hæddarpunktið um summarið, og tað er ikki so sjáldan, at tú sært familjur tilreiða fiskin úti í náttúruni. Eyrriði ella síl verða bæði roykt, saltað, turkað ella bara fryst til matna.
- Hetta er altíð ein delikatessa, skrivar eygleiðari á www.sermitsiaq.ag