Guernsey: Lagið var heldur betri millum føroysku svimjararnar týskvøldið enn tað var mánakvøldið. Mánakvøldið misti stafettin á stokkinum, og var bert fimm hundraðpartar av einum sekundi frá at fáa gull.
Týskvøldið vóru trummurnar og alt sum larmar funnið fram, tí nú skuldi gullið togast inn. Og hesuferð gekk tað eftir ætlan.
Asbjørn Hansen megnaði at vinna føroyingum fyrsta gullið á oyggjaleikunum her á Guernsey. Tað hevur fleiri ferðir verið nær við áðrenn. Bæði hjá fimleikarunum, svimjarunum og bogaskjúttunum hava føroyingarnir akkurát verið ov stuttir til gullið, men týskvøldið gekk tað endiliga eftir bókini.
Tað var í 50 metra bringusvimjing, at Asbjørn fekk gullið til hús. Hann var væl frammanfyri hinar svimjararnar, og sveik hann ikki álitið. Hann lá eisini nummar eitt frá innleiðandi umfarinum, sum hevði verið fyrr um morgunin.
Asbjørn kom á mál við tíðini 30,48 sekund. Tann næsti sum kom á mál hevði tíðina 31,16 sekund.
Væntaði tað
Heilt týðiligt var, at hinir føroysku svimjararnir og Asbjørn sjálvur vóru væl nøgd við úrslitið.
? Hetta var fínasta slag. Eg eri bæði glaður og væl nøgdur, segði føroyski oyggjaleika-gullvinnarin, Asbjørn Hansen, stutt eftir, at hann var komin úr hylinum.
Til seinastu oyggjaleikirnar vann Asbjørn eisini gull á 50 metra bringusvimjing, so ein kann siga, at hann eitt fyrsta pláss at verja.
? Aftaná innleiðandi umfarið í morgun, so kann eg siga, at eg hevði væntað tað, tí eg var skjótari enn hinir, sigur Asbjørn.
Mánakvøldið var hann við í finaluni í 100 metra bringusvimjing, men har gekk ikki eins væl, og tað hevði hann væntað áðrenn.
? Eg havi vant meira til teir 50 enn til 100. Í morgin (mikudag, red.) er tað 50 metrar firvald, og har vóni eg at sleppa í finaluna. Men eg veit so onki meira um, hvat eg kann vænta fyrr enn tað innleiðandi hevur verið.
Og endiliga kundi føroyska flaggið koma fyrst upp á veggin, og føroyski tjóðsangurin var týskvøldið fyri fyrstu ferð at hoyra her á oyggjaleikunum á Guernsey.