Tá Lionel Messi vann - Gullbóltin - Ballon D´or á áttanda sinni á yrkisleið sínari frammanfyri Erling Braut Haaland og Kylian Mbappe var tað ikki so tætt í atkvøðugreiðsluni, sum tað frættist í fyrstani.
Lionel Messi vann við 462 atkvøðu-stigum. Erling Braut Haaland gjørdist nummar tvey við 357 stigum, so tað vóru heili 105 stig á muni.
Erling Braut Haaland var 87 stig frammanfyri Kylian Mbappe, ið fekk 277 stig.
Liðfelagin hjá Erling Braut Haaland í Manchester City, Kevin De Bruyne fekk 100 stig.
Í takkarrøðuni segði 36 ára gamli, Messi, at hann væntar, at Haaland og Mbappe fara at vinna Ballon D´or í nærmastu framtíð.