So nógv kostar Poul Ingason

HB hevur verið djúpt í lummanum fyri at keypa Poul Ingason

Fyribils metingar siga, at HB hevur goldið millum 60.000 og 80.000 krónur fyri at keypa Poul Ingason leysan úr TB.

 

Les eisini: Poul Ingason til HB

 

Fyrr í dag gjørdist greitt, at HB hevur keypt 18 ára gamla Poul Ingason frá TB. TB hevur sambært reglugerðini rætt til 35.000 krónur, tí Poul Ingason hevur spælt sjey ár í TB. Eitt felag hevur rætt til 5.000 krónur fyri hvørt ár ein spælari hevur verið í felagnum, um skift verður til felag í bestu deildini áðrenn hann er 23 ár.

 

Men Poul Ingason hevði eisini sáttmála við TB fyri komandi kappingrár og tí mátti HB aftur í lumman eftir fleiri pengum. Sum skilst, so er talan um áleið 60.000 til 80.000 krónur samanlagt, sum HB hevur goldið TB fyri at keypa Poul Ingason.

 

Tað er íroknað gjaldið, sum aldursforseting hevur rætt til fyri at uppala U21 landsliðsframherjan. Umframt, at TB ikki var sinnað at lata Poul Ingason sleppa úr sáttmálanum ókeypis. Her er eitt sindur ógreitt hvussu nógv talan er um.

 

Fyrstu ábendingarnar vildu verða við, at talan var um áleið 60.000 krónur samanlagt, meðan aðrar keldir siga, at samlaða upphæddin kann verða so høg sum 80.000 krónur.

 

Poul Ingason hevur gjørt trý ára sáttmála við HB.