So nógvar lýsingar hava politisku flokkarnir havt á Facebook

Fyri at virka fyri meira gjøgnumskygni valdi Facebook fyrr í ár at veita eina tænastu, har tað ber til at síggja, hvør lýsir á platformunum hjá Facebook (tað er Facebook, instagram og Snapchat).

 

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv flokkarnir hava lýst á Facebook og instagram. Hjá summum eru flestu lýsingarnar gjørdar umvegis brúkaran, ella síðuna, hjá politiska flokkinum sjálvum, meðan aðrir flokkar hava latið valevnini lýsa sjálvi, har tey so kunnu velja at nevna flokkin ella lata vera. 

 

Um hugt verður eftir, hvussu nógvar aktivar lýsingar hava verið umvegis sjálvar flokssíðurnar, so sær listin soleiðis út:

·      Fólkaflokkurin: 3 lýsingar

·      Sambandsflokkurin: 40 lýsingar

·      Javnaðarflokkurin: 13 lýsingar

·      Sjálvstýri: 8 lýsingar

·      Tjóðveldi: 10 lýsingar

·      Framsókn: 16 lýsingar

·      Miðflokkurin: 1 lýsing

·      Framtakið: 0 lýsingar

·      Føroyaflokkurin: 0 lýsingar

 

Leitar tú heldur upp á floksnøvn sum leitiorð, so broytist eitt sindur.

·      Fólkaflokkurin: 63 lýsingar

·      Sambandsflokkurin: 57 lýsingar

·      Javnaðarflokkurin: 59 lýsingar

·      Sjálvstýri: 20 lýsingar

·      Tjóðveldi: 68 lýsingar

·      Framsókn: 23 lýsingar

·      Miðflokkurin: 9 lýsingar

·      Framtakið: 0 lýsingar

·      Føroyaflokkurin: 0 lýsingar

 

Tað skal tó viðmerkjast, at tað er ikki eitt krav hjá valevnunum at nevna flokk sín í lýsingunum, og sostatt kunnu vera fleiri vallýsingar, ið ikki koma fram, tá leitað verður upp á floksnøvnini. 

Eisini skal nevnast, at tá leitað verður upp á floksnøvnini, koma aðrar lýsingar uppí, ið kanska ikki eru frá nøkrum í umrødda flokki. Um tú til dømis leitar upp á lýsingar við orðinum "Framsókn", so eru fýra av teimum 23 úrslitunum frá øðrum flokkum, ið umtala Framsókn í lýsingini.

Tað ber tó ikki til at síggja, hvussu nógvur peningur er brúktur til lýsingarnar. Tá danskir politiskir flokkar lýsa á Facebook, sæst, hvussu nógvan pening flokkarnir hava brúkt. Tað stendur ikki at lesa hjá føroysku flokkunum, og tí ber heldur ikki til at siga, hvør flokkur brúkar mest pening á Facebook.