Høgni Hoydal
----
Vit í Tjóðveldi hava sagt tað aftur og aftur: Føroyar eru ikki eitt lítið land ella ein fáment tjóð! Vit eru við landa- og sjóøki okkara eitt sera stórt land, har vit kunnu hava ábyrgd fyri 275.000 ferkilometrum av jarðarknøttinum, um bert vit vilja eiga okkara egna land. Vit liggja mitt í Norðuratlantshavi, sum er heimsins ríkasta øki við livandi tilfeingi og við risastórum ótroyttum ráevnum. Vit liggja í miðjuni fyri nýggjar skipaleiðir norður um Norðpólin. Vit hava varðandi orkukeldur at troyta við vindi, vatni og sjóvarfalli, ið helst ongari aðrari tjóð eru givin í lut.
Ikki fáment – men margment
Vit eru ikki ein fáment tjóð. Vit eru ein margment tjóð, um vit duga at virða og viðurkenna okkara møguleikar og hava sjálvsvirðing sum fólk. Vit eru ovurrík við mentan, útbúgvingarmøguleikum, trivnaðarmøguleikum, ymiskleika og sosialari styrki. Um bert vit vilja virka við ávísum felags málum og ikki lata sjálvsøknið, grammleikan og egingirndina hjá nøkrum fáum stýra okkum.
Vit eru hvørki betri ella verri enn onnur fólk. Og kundu ikki funnið uppá, at lagt aðrar tjóðir undir okkum. Ella at kravt, at vit skuldu taka avgerðirnar um lagnu og framtíð hjá øðrum tjóðum – ella at onnur skulu tvingast til at duga okkara mál og taka við okkara lógum. Soleiðis sum nasjonalistisk hjálandaveldi siga seg hava rætt til at gera – til dømis í heimastýrislógini. Vit vita, at bert við at viðurkenna onnur á jøvnum føti og at virða frælsið hjá øðrum, kunnu vit skapa samstarv og samljóð millum lond og tjóðir.
Ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi
Føroyar kunnu gerast ein grønur og margfaldur miðdepil í Norðuratlantshavi. Og vit eiga at sjálvsagt at taka fulla ábyrgd av okkara egna landi og skipa eitt tætt og bindandi samstarv millum londini kring Norðuratlansthav: Grønland, Ísland, Noreg – og eitt komandi sjálvstøðugt Skotland.
Hyggið at kortinum yvir Norðuratlantshav og arktiska økið. Ein slík samgonga og einar sjálvstøðugar Føroyar í hesum ótrúliga parti av klótuni, hevur allar møguleikar at mennast. Og setið so passaran frá ytstu mørkunum í miðdepilin – og har liggja Føroyar!
Øll heimsins stórveldi venda í løtuni sínum áhuga móti Norðuratlantshavi og Arktis. Tyngdarpunktið í heiminum er koppað rætiliga nógv norðureftir bara seinastu 4-5 árini. Russland er í ferð við at tryggja síni áhugamál. ES er rættiliga farið at gera eina arktiska strategi og roynir at fáa Ísland inn um garðin, tí tey vilja hava beinleiðis landaøki á okkara leiðum. USA og Kanada eru longu stórur leikarar í arktiska økinum. Tað sama er Noreg, sum av óskiljandi orsøkum roynir at binda seg saman við ES um síni áhugamál – ímóti Íslandi og Føroyum. Heldur enn at standa saman í Norðuratlantshavi.
Kina sum stórveldi
Og so eru tað India og ikki minst Kina, sum sjálvandi langt síðani hava lagt sínar strategiir fyri at fáa atgongd, ávirkan og vald í arktiska økinum og í Norðuratlantshavi.
Her er serliga Kina í ferð við at gera almikið til tess at fáa fótin fastan. Kina hevur við sínum alsamt vaksandi fólkatali og við síni alsamt vaksandi ídnaðarfamleiðslu langt síðani roknað út: At tey mugu fáa atgongd til bæði ráevni, orku, livandi tilfeingi og til nýggjar siglingarleiðir, til tess at nøkta ein ógvusligan vaksandi tørv hjá sær sjálvum.
Bara komandi 10-15 árini fer Kina at vanta einar 100 milliónir tons av matvørum hvørt ár í mun til tað, tey kunnu framleiða og innflyta í dag. Fyri ikki at tala um tørvin á ráevnum og flutningskervi til tess at halda ætlanir fyri framleiðslu-og búskaparvøkstri.
Grønlendsk ráevni, íslendskt land og Lafayette
Hetta er orsøkin til, at Kina á so nógvum mótum vil fáa fótin fastan um okkara leiðir. Hetta er orsøkin til, at Kina bjóðar milliardir til Grønlands og bjóðar nógva arbeiðsmegi til at byggja orkuverk, aluminiumsverksmiðju, flogvallir og annað í Grønlandi. Hetta er orsøkin til, at ein kinesiskur ríkmaður hevur roynt at keypa eit stórt landaøki á Norðurlandinum í Íslandi. Og hetta er atvoldin til, at eitt kinesiskt skip sum Lafayette leggur so nógv fyri til tess at fáa hendur á fiski í okkara sjógvi.
Strategiin er greið: Bæði kinesiskar íløgur, framleiðslutól og heslt kinesisk arbeiðsmegi skal vera í økinum. Tí so kann Kina nógv lættari seta fram krøv um at eiga lut í politiskum avgerðum og hava ávirkan á gongdina í Norðuratlantshavi og Arktis. M.a. vilja tey hava limaskap í Arktiska Ráðnum.
Tí kom Hu Jintao
Og alt hetta er sjálvandi eisini orsøkin til, at kinesiski forsetin kemur á almenna vitjan í Danmark. Hetta hevur lítið og onki við Danmark at gera. Danmark hevur ikki tey ráevnini og tað tilfeingið, sum Kina satsar uppá. Men Danmark hevur ræðið á Grønlandi og Føroyum. Og kinesarar eru formellir og fara sjálvsagt til tann, sum hevur fullveldið yvir tí, sum tey skulu brúka. Tí kemur ein stór sendinevnd til Danmarkar at gera avtalur við danskt vinnulív og við danskar politikarar. Tí hetta er ein íløga í Norðuratlantshavn og Arktis.
So nógv virði hevur fullveldið hjá Danmark yvir Føroyum og Grønlandi – og serstakliga er Grønland av serligum áhuga her við sínum ovurstóru ráevnum.
Menningarhjálp til Danmarkar
Og hetta er júst tað sama sum, tá Danmark heilt fram til 1964 loyvdu bretum at fiska inn í klettin undir Føroyum. Tí afturfyri fekk danska vinnulívið handilsavtalur fyri millardavirði við Bretland til at innflyta tildømis bacon, smør og egg. Og hetta hevur givið ovurstórar fyrimunir til Danmarkar.
Føroyar og Grønland eru sera góð kort hjá danska vinnulívinum og danska uttanríkispolitikkinun, sum altíð. Og geva sjálvsagt fleirfalt tað til Danmarkar, sum latið verður í tó sonevnda “blokkstuðlinum” árliga. (Hesin peningur til Grønlands og Føroya er tilsamans 7 PROMILLE (=0,7%) av donsku fíggjarlógini árliga). Hesin peningur átti sjálvsagt at itið “gjald fyri menningarhjálp til danska vinnulívið og Danmarkar støðu í heimshandli og uttanríkispolitikki.”
Vit verða sostatt aftur og aftur nýtt sum ein finna í einum stórpolitiskum talvi.
Landsstýrið uttan strategi
Og hvat gera landsstýrið og løgmaður? Har er ongin strategi ella krøv um at hava beinleiðis samband við kinesisku stjórnina. Tað kravdi hóast alt Kuupik Kleist í Grønlandi, men fekk vátan vøtt. Landsstýrið tóktist als ikki vita av, hvat gekk fyri seg við kinesisku vitjanini.
Ístaðin verður tað gjørt til eina stóra søgu í føroyska kringvarpinum, at løgmaður er til ein galladøgurða hjá danska kongshúsinum – í eini “føroyskari drakt”, sum hann sjálvur málbar seg. Øll við innliti í uttanríksipolitikk vita, at tað at sita til ein galladøgurða hjá donsku drottningini hevur onki við at røkja føroysk áhugamál at gera.
Fullveldi er lykilin til samstarv og menning
Vit sita enn sum áskoðarar til avgerðir, sum onnur taka fyri okkum, ið vit ikki sjálv hava valt.
Vit skulu hvørki vera undirbrotlig ella naiv. Stór áhugamál standa uppá spæl, og vit krevja at hava gott og tætt samstarv við onnur um tað, ið hendir á norðaru jarðarhálvu í løtuni.
Tað krevur, at vit tora at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Tí aftur her gongur sjón fyri søgn um, hvussu nógv virði fullveldi hevur, tá tú skalt samstarva við onnur og leggja fólkaræðisligar leiðir inn í framtíðina.