Fiskivinna
Tað er komið alment fram, at reiðarar hava bjóðað upp á Faroe Seafood, sum er lýst til sølu. Talan er um reiðarar, sum eiga fleiri skip. Navnið, Faroe Seafood, fevnir í dag bæði um fiskavirkini og fiskasøluna.
Fyri einum ári síðan hevði Framtaksgrunnurin møguleikan at selja bæði feløgini fyri tilsamans 160 miljónir krónur, men nú er samlaða tilboðið, sum almenningurin hevur fingið innlit í, farið niður í helvt.
Reiðararnir, sum hava úttalað seg til fjølmiðlarnar, vátta, at teirra tilboð er 80 miljónir krónur fyri Faroe Seafood. Teir halda seg hava skyldu at bjóða upp á felagið, sum soleiðis kann verða varðveitt á føroyskum hondum.
Fyri einum ári síðan bjóðaðu somu menn 115 miljónir krónur fyri Føroya Fiskavirking einsamalt, og samstundis vóru aðrir sinnaðir at keypa Fiskasøluna fyri aðrar 45 miljónir krónur.
Soleiðis hevði Framtaksgrunnurin tá møguleikan at selja bæði feløgini fyri tilsamans 160 miljónir krónur.
Hvat sigur reiðarafelagið?
Sosialurin hevur spurt formannin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, um hann stúrir fyri, at skip og virkir í ein ávísan mun aftur verða integrerað, sum tað verður rópt.
- Nei, eg stúri ikki fyri, at eitt ávíst samband aftur verður millum skip og virkir ikki so leingi, vit hava eina liberala sølu og eina liberala kapping um feska fiskin.
Hann vísir á, at partrolararnir, sum hesir reiðarar í størstan mun sita á, at kalla burtur av fiska upsa, og upsi verður ikki í so stórum nøgdum seldur á Fiskamarknaði Føroya kortini.
- So leingi, vit hava fría kapping um feska fiskin, trúgvi eg ikki, at tað verður ein trupulleiki, um reiðarar keypa Faroe Seafood.
Jákup Sólstein vísir á, at øll fiskivinnan í dag byggir á at tjena pening.
- Bæði skip og virkir vilja tjena pening, men hetta sær svart út í løtuni. Flestu tjena ongan pening sum er, og onkur tjenar kanska eitt sindur.Hann sigur, at skulu virkini tjena nakað, noyðast tey at meirvirka vøruna bíligari enn tað, tey selja hana fyri, tá ið prísurin fyri ráfiskin er goldin.
Selja á uppboði
Jákup, sum sjálvur starvast hjá JFK-Troli, vísir á, at Kósin fyrr í ár saman við øðrum keypti tveir partrolarar, men hesir hava sum er ikki givið virkinum nakrar inntøkur.
- Teir hava verið við til at tryggja virkinum ein part av rávøruni, men vit kunnu ikki siga, at virkið higartil hevur tjent nakað upp á at eiga part í hesum skipum.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag vísir á, at teir, ið sigla við parinum, sum Kósin eigur part í, eisini eiga í skipunum, og tað er sjálvsagt í teirra áhuga, at fiskurin verður seldur fyri so góðan prís sum gjørligt.
- Tað er vanligt, at ein partur av veiðini fer um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Talan kann verða um nøkur tons, sum fara í eina ella tvær bingjur.
Hann sigur, at toskur og onnur fiskasløg, sum eru uppí trolveiðini men eisini upsi, javnan verður seldur á almennum uppboði, og soleiðis sær manningin, hvør veruligi marknaðarprísurin er.
- Sjálvsagt verður hetta eisini gjørt fyri at lyfta undir raksturin av skipunum, sum formaðurin í reiðarafelagnum tekur til.
Mynstrið broytist
Jákup væntar, at tilgongdin, har virkir og manningar saman fara at eiga fleiri og fleiri skip, verður nakað, sum vit fara at síggja meira til í framtíðini.
- Fæst ein prísur á uppboðssøluni, sum liggur um 5,50 krónur fyri kilo av upsa, má roknast við, at hetta er marknaðarprísurin júst tá, men her skulu vit sjálvsagt hava í huga, at tað vanliga er tann nýggjasti og feskasti fiskurin, sum fer á uppboðssøluna og soleiðis virkar sølan "prísdannandi", sum Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, tekur til.