So lætt skal løgmaður ikki sleppa

Ein møguleiki, arbeitt verður við, er at fáa kanningarstjóra at kanna um løgmaður og Kári P. Højgaard hava brotið lógina

- Tað var óvuliga ómansligt av løgmanni at koyra Kára P. Højgaard frá.

 Tað staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum er í andstøðu.

 Høgni Hoydal ivast ikki í, at løgmaður roynir bara at bjarga sær sjálvum og tí koyrir hann landsstýrismannin úr starvi.  

 

Men so lætt sleppur løgmaður altso ikki, sigur Høgni Hoydal.

 

- Løgmaður átti avgjørt at farið sama veg, sum Kári P. Højgaard, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann staðfestir, at løgmaður er sjálvur upphavið til allan politiska hurlivasan.

 

Higartil hevur løgmaður afturvíst øllum áheitanum um at kanna, um Kári P. Højgaard hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

 

Tí kemur tað púra óvart á Høgna Hoydal, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá.

 

- Men tá ið grundgevingin fyri uppsøgnini er ”politiskt órógv” er hetta bara ein roynd hjá løgmanni at leggja lok á málið og bjarga sær sjálvum.

 

- Við hesum kveistrar løgmaður allar spurningar um lógarbrot til viks og heldur bara, at nú sleppur hann undan at taka støðu til teir við at siga, at politisk órógv er orsøkin til uppsøgnina.

 

Men Høgni Hoydal, at tað skal løgmaður ikki sleppa undan at taka støðu til.

 

- Løgmaður hevur staðið stuðlað øllum, sum er farið fram í hesum máli. Ikki minst er tað ein øgiliga avgerðandi, at var sáttmálin við privata felagið, sum eftir ætlan skuldi gera Eysturoyartunnilin, ikki undirskrivaður 31. august, hevur  landsstýrið bundið seg til at rinda felagnum eina millión.

 

- Í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum verður staðfest, at løgmaður var sjálvur við at taka hesa avgerðina. Tað er eitt álvarsmál, tí allir løgfrøðingar, eg havi tosað við, siga, at ongin heimild er fyri hesum.

 

- Vit fara ikki at sleppa málinum, tí í okkara hugaheimi snýr hetta seg ikki um landsstýrismannin sjálvan ella um politiskt órógv. Hetta snýr seg um, at brot er gjørt á lógina og tingskipanina og tann spurningurin skal kannast.

 

- Løgmaður hevur staðið stuðlað øllum, sum er farið fram í hesum máli. Ikki minst er tað ein øgiliga avgerðandi, at var sáttmálin við privata felagið, sum eftir ætlan skuldi gera Eysturoyartunnilin, ikki undirskrivaður 31. august, hevur  landsstýrið bundið seg til at rinda felagnum eina millión.

 

- Í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum verður staðfest, at løgmaður var sjálvur við at taka hesa avgerðina. Tað er eitt álvarsmál, tí allir løgfrøðingar, eg havi tosað við, siga, at ongin heimild er fyri hesum.

 

Hann sigur, at andstøðan tosar nú saman um at felags átak í hesum máli.

 

Ein møguleiki er, at fáa ein kanningarstjóra at kanna málið.

 

Biðja tveir fimtingar av løgtinginum um at fáa kanningarstjóra at kann málið, skal hann setast. Tveir fimtingar av Løgtinginum eru 14 tinglimir og stendur øll andstøðan saman, er tað akkurát nóg mikið.

 

Tann møguleikin verður nú kannaður, sigur Høgni Hoydal.

 

Men aðrir møguleikar eru eisini, sum Høgni Hoydal ikki vil siga nakað um í dag.

Harafturat hevur Landsstýrismálanevndin eisini tikið málið upp.

 

- Fyri at endurvinna álitið á politisku skipanina, er tað alneyðugt at staðfesta, hvør hevur ábyrgdina, sigur formaðurin í Tjóðveldi.